23 Mai 2012
21 Mai 2012
Mánadagin kunnu føroyingar eisini njóta tann nýggja Vencilin, tann, sum Jens Stoltenberg so stoltur heldur í. Javnaðarflokkurin hitti Stoltenberg, og frá teimum fekk hann nýggja Vencilin og eitt prent av permuni, sum Brandur Patursson hevur gjørt og prentað á Steinprenti. Aftast í Venclinum eru yrkingar, sum føroysk skøld hava yrkt til norksa fólkið, tá ið… [Les meira…]
Undirgrundardansur Har er ein fulgur ið høggur í feittið; har er eitt deytt kavaklætt træ; har er ein lastbilur ið slettir gløður á hála vegin. Lív er í mínum bakgarði– svartir veingir duka á greinarnar, eygu brellast munnar skríggja og sláast um snykuta bóltin. Ein moldvørpa syngur halleluja. Lat hasa ljótu hurðina aftur! Lat… [Les meira…]
Ikki er Vencilin, sum skuldi koma út á heysti 2011 komin út enn, og longu nú sita ritstjórarnir og ritstjórna Vencli 12. Tað er fjálgt at sita í góðum umhvørvi og lesa ein rúgvu av góðum tekstum. Flekk er eisini við. Hann liggur og slappar av, meðan hann hoyrir ein góðan tekst. OMR/AÓD
Nú altjóða arbeiðaradagur er, eiga vit jú eisini at lesa onkra yrking, sum hevur í sær okkurt um arbeiðaran. Hvør er betri til at lýsa slíkt, enn okkara egni Jóanes Nielsen. Her er yrkingin “Í mínum landi” úr savninum Pinnabrenni til sosialismuna frá 1984. Í mínum landi Í mínum landi sita trúgvandi menn við ræðið,… [Les meira…]
Henda ótruliga góða, lýriska yrkingin eftir Ebbu Hentze skal eiga heiðurin at verða sýnd úti í tí ævinliga tykisheiminum. Yrkingin er úr Brá nummar 16 frá 1991 bls. 2. Hon stendur eisini í savninum Stjørnudust, sum Ungu Føroyar góðu út í 2011. Turið Sigurðardóttir hevur savnað. Ikki hesi orðini Ikki hesi orðini lívið hvørvur í tí sagda millum orðini… [Les meira…]
Leingi er tað, ið væl skal verða. Nú hava allir føroyingar, smáir og knáir, bíða eftir, at Vencil hin 11. skuldi koma. Kanska okkurt tár er felt og kanska onkur í máttloysi er farin út at renna í staðin fyri at endurlesa gamlar Venclar. Stúrið ikki meir. Nú kemur tann dagurin skjótt, at ein nýggjur… [Les meira…]
Røðan á Vaglinum 25. apríl 2012 Lat meg siga tað beinanvegin: Hetta er ikki ein flaggrøða. Og nú tað er sagt fari eg at leggja fyri við trimum minnisbrotum. Tað fyrsta haðani av Vaglinum. Tað var einaferð tíðliga í trýssárunum. Eg var lágur í gøtuni enn. Hátíðardagur mundi vera, kanska var hetta á… [Les meira…]
UNESCO, alheimsstovnur Sameindu Tjóða fyri útbúgving, vísindi og mentan, hevur síðan 1995 hátíðarhildið 23. apríl sum alheimsbókadag. Hesin dagur er eitt sindur sermerktur í bókmentasøguligum høpi, tí nógvir kendir rithøvundar eru antin føddir ella deyðir – ella bæði tvey – 23. apríl. William Shakespeare varð føddur 23. apríl 1564 og doyði 23. apríl í 1616… [Les meira…]
Mai 18, 2012
0