Jens Pauli Heinesen farin

Posted on 19 juli 2011


Okkara mest virkni rithøvundum, Jens Pauli Heinesen, er deyður, 78 ára gamal.

Jens Pauli Heinesen varð føddur í 1932 og vaks upp í Sandavági. Hann var læraralærdur, men gavst sum lærari í 1970, og tá fór hann at skriva burturav. Jens Pauli var sera virkin sum rithøvundur. Hann skrivaði m.a. stuttsøgusøvn, yrkingar, skaldsøgur og sjónleikir.

Tað fyrsta, Jens Pauli gav út, var stuttsøgusavnið “Degningsælið,” sum kom í 1953. Fyrsta skaldsøgan var “Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara,” sum kom í 1958.

Í sekstiárunum gav hann út skaldsøgurøðina “Tú upphavsins heimur,” og í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum kom skaldsøgurøðin, sum hevði undirheitið “Á ferð inn í eina óendaliga søgu,” sum verður mett sum høvuðsverkið hjá Jens Paula.

Skaldsøgan “Frænir eitur ormurin” er eisini kend, og ikki minst skaldsøgan um “Rekamannin,” sum Oskar Hermansson las í útvarpinum.

Jens Pauli Heinesen fekk fýra ferðir bókmentaheiðursløn M.A. Jacobsens fyri fagurbókmentir, og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Jens Paula til heiðurs og æru, prenta vit her vøkru yrkingina “Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum hann yrkti blaðungur.

Eitt dýpi av dýrari tíð

So verður sagt av monnum
at lívið er markleys neyð
eitt dýpi av gráum døgum
og børn, ið biða um breyð
Kanska er lívið sorgarlag
kanska er lívið gott
og kanska eg ein skínandi dag
beri kenslu av myrkari nátt

Í nátt er luftin so rein og klár
bládjúp og ísandi køld
foldin hvílir í hvítari tøgn
og norðlýsið reisir sær tjøld
Og vit mítt er fult av tonkum
á ferð út á víðan veg
at finna á miðleysu náttargongd
tann vísdóm, ið uggar meg

Men ongan vísdóm eg finni
ið sigur tey sonnu orð
Sum bløðandi fuglar falla tey
aftur at hvítari for
Tó eg veit at dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim
tá gentur og dreingir spenna
sum folar í dans og gleim

Tá barmur mín spentur av undran
av eydnu, av tungari trá
av iva og sorgarløgum
Eisini, eisini tá
:,: veit eg at lívið er gáva
eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní :,:

Orð: Jens Pauli Heinesen

Friður veri við minninum um Jens Paula Heinesen

Posted in: rithøvundar