Sólsjón, hóast alt
Vend! Hygg ikki
afturum.
Verðin tráðar eftir
tær. Far!
Har úti er ein føvningur
av píkum
ella sóljuskríddum fløggum,
orðum úr afturlatnum munnum
ella dukandi mánamyrkingum.
Bløðandi munnar osa
upp móti himni.
Frá øllum naglum,
sum tankarnir festu
á veggin
í sólarganginum,
endurljóða ávaringar.
Mistøkini nærkast nulpunktinum.
Einglarnir fara
smátt um smátt at gerast
gjøgnumskygdir,
og upp úr undirgrundini
stinga seg
bókstavarøð úr illmoldini
og ein blóma við deyðans
krúnubløðum,
og nú,
eg hyggi niður,
síggi eg, at ongi tøl eru
á skøvningsurinum,
men vísararnir ganga undan.
OMR
Útgivin undir:yrking
















Posted on 31 Desember 2011
0