Browsing All Posts published on »juli, 2012«

Carl “Capone” Jensen og maskinbyrsukvæðini

juli 31, 2012

0

Vit eru á Doktaragrund. Klokkan er 19 og tað er ólavsøkudagur. Unga Tjóðveldi skipar fyri røðum og sangi. Røðarar hesa ferð eru: Niels A. Galán, Annlis Bjarkhamar, Mortan Østerø (søgan “Lívsjáttandi líkasæla” eftir Mortan stóð í Vencli 8) og Annika Hoydal sang tvey løg við íslendskum hálskrími sum fylgispæl. Hetta er tíðin, tá ið løgtingið […]

Endurtøkur

juli 17, 2012

1

Ikki er tað á hvørjum degi, at ein verður andliga ríkaður av yrkingasøvnum, sum teir meir viðurkendu og rótfestu rithøvundarnir ikki hava skrivað. Fyri stuttum ummælti eg framúr góða savnið, Rót Tripp, eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs, og nú havi eg lisið savnið, Endurtøkur, eftir Sissal Kampann. Hesar eru báðar kvinnur, men tær umboða ikki tað […]

Dan Turéll – Changes of Light

juli 13, 2012

0

Tann 19. mars í 1970 gav Dan Turéll út á egna forlagi sínum, Peace Eye Spirit, savnið Change of Light. Dan skrivar aftast: Dette exemplar er skrevet af Dan Turéll til Per Højholt. Turéll gav út hetta stutta savnið við fimm handskrivaðum yrkingum út á 24 ára føðingardegi sínum. Upplagið var eini 20 til 24 eintøk. […]

Pablo Neruda

juli 12, 2012

0

Í dag, 12. juli, hevði kilski rithøvundurin, diplomaturin og politikarin, Pablo Neruda, fylt 108 ár. Í 1971 fekk hann bókmentaheiðursløn Nobels. Hann doyði tvey ár seinni. Eg fari ikki at siga so nógv her, um hvussu hann livdi sítt lív, sum var ógvuliga spennandi, men eg fari her at siga eitt sindur um, tá ið […]

O Captain! My Captain

juli 11, 2012

0

Hesa yrkingina skrivaði Walt Whitman til amerikanska forsetan, Abraham Lincoln, ið varð skotin 15. apríl í 1865. O Captain! My Captain! eftir Walt Whitman (1819 – 1892) O CAPTAIN! my Captain! our fearful trip is done; The ship has weather’d every rack, the prize we sought is won; The port is near, the bells I […]

Durs Grünbein – yrkingar

juli 10, 2012

0

Durs Grünbein er týskur yrkjari, føddur í 1962 í Dresden. Hann er helst ein tann týdningarmesti samtíðaryrkjarin í Týsklandi, ja, kanska í øllum Evropa. Hann hevur eisini skrivað ritroyndir, har hann er ógvuliga beinrakin, tá ið hann lýsir Evropa. Henning Goldbæk týddi nakrar yrkingar eftir Durs Grünbein til danskt. Tær eru savnaðar í yrkingasavninum Celebralis og andre […]

Rót Tripp – ummæli

juli 8, 2012

1

Fríggjakvøldið klokkan níggju var nýggja yrkingasavnið eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs, Rót Tripp (Sprotin) lagt fram fyri almenningin. Fyrst segði forleggjarin, Jonhard Mikkelsen nøkur orð um savnið og um hetta at lesa yrkingar. Síðani spældu Mike Viderø og Mariann Hansen stuttleikin Trappan eftir Marjuna S. Kjelnæs. Bárður Persson leikstjórnaði. Leikin skrivaði Marjan á einum skeiði, ið Meginfelag Áhugaleikara Føroya […]

Rót Tripp

juli 3, 2012

0

Marjun Syderbø Kjelnæs – nýtt, flott avrik Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn fríggjakvøldið í Posthúskjallaranum. Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum […]