Allar greinar goymdar undir »rithøvundar«

Pia Tafdrup 60 ár

Mai 29, 2012

0

Í dag fyllir ein av best umtóktu og týdningarmestu høvundunum í Danmark 60 ár. Pia Tafdrup var fødd 29. mai í 1952. Hon hevur gingið á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Fyrsta yrking hennara stóð í tíðarritinum  Chancen  í 1980. Í 1981 kom út fyrsta savn hennara, Når der går hul på en engel. Síðani 1981 hevur givið… [Les meira…]

Stoltenberg og Vencil

Mai 18, 2012

0

Mánadagin kunnu føroyingar eisini njóta tann nýggja Vencilin, tann, sum Jens Stoltenberg so stoltur heldur í. Javnaðarflokkurin hitti Stoltenberg, og frá teimum fekk hann nýggja Vencilin og eitt prent av permuni, sum Brandur Patursson hevur gjørt og prentað á Steinprenti. Aftast í Venclinum eru yrkingar, sum føroysk skøld hava yrkt til norksa fólkið, tá ið… [Les meira…]

Undirgrundardansur

Mai 11, 2012

0

Undirgrundardansur   Har er ein fulgur ið høggur í feittið; har er eitt deytt kavaklætt træ; har er ein lastbilur ið slettir gløður á hála vegin. Lív er í mínum bakgarði– svartir veingir duka á greinarnar, eygu brellast munnar skríggja og sláast um snykuta bóltin. Ein moldvørpa syngur halleluja. Lat hasa ljótu hurðina aftur! Lat… [Les meira…]

Ikki hesi orðini

Apríl 28, 2012

0

Henda ótruliga góða, lýriska yrkingin eftir Ebbu Hentze skal eiga heiðurin at verða sýnd úti í tí ævinliga tykisheiminum. Yrkingin er úr Brá nummar 16 frá 1991 bls. 2. Hon stendur eisini í savninum Stjørnudust, sum Ungu Føroyar góðu út í 2011. Turið Sigurðardóttir hevur savnað. Ikki hesi orðini Ikki hesi orðini lívið hvørvur í tí sagda millum orðini… [Les meira…]

Hetta er ikki ein flaggrøða eftir Carl Jóhan Jensen

Apríl 25, 2012

0

  Røðan á Vaglinum 25. apríl 2012   Lat meg siga tað beinanvegin: Hetta er ikki ein flaggrøða. Og nú tað er sagt fari eg at leggja fyri við trimum minnisbrotum. Tað fyrsta haðani av Vaglinum. Tað var einaferð tíðliga í trýssárunum. Eg var lágur í gøtuni enn. Hátíðardagur mundi vera, kanska var hetta á… [Les meira…]

Alheimsbókadagur 23. apríl

Apríl 23, 2012

0

UNESCO, alheimsstovnur Sameindu Tjóða fyri útbúgving, vísindi og mentan, hevur síðan 1995 hátíðarhildið 23. apríl sum alheimsbókadag. Hesin dagur er eitt sindur sermerktur í bókmentasøguligum høpi, tí nógvir kendir rithøvundar eru antin føddir ella deyðir – ella bæði tvey – 23. apríl. William Shakespeare varð føddur 23. apríl 1564 og doyði 23. apríl í 1616… [Les meira…]

Steinbjørn B. Jacobsen farin

Apríl 13, 2012

0

Mynd: Randi Ward Steinbjørn B. Jacobsen f. 30.09.1937 – d. 12.04.2012 Steinbjørn B. Jacobsen, ein av okkara fremstu nútíðarskøldum, er farin. Steinbjørn kom sum eitt frískt lot inn í føroyska yrkjaraheimin við sínum stuttu, konkretu yrkingum. Nógv varð tosað um hetta yrkingaslagið, og nógv mettu hetta ikki sum yrkingar. Hvør kennir ikki hesa: lotið tolið… [Les meira…]

Tað sum sigast má

Apríl 10, 2012

0

Í kjalarvørrinum á yrkingini “Was gesagt werden muss” eftir Günther Grass, sum hevur staðið í útlendskum bløðum, hevur tikið seg upp eitt hart tiltrongt kjak um innihaldið og formin í tí, sum Günther Grass hevur at siga um gýðingahatur og kjarnorkustøðuna í Ísrael og Iran. Eisini hevur verið tosað nógv um samfelagsligu støðuna hjá rithøvundum.… [Les meira…]

Sarajevo leygardag reyða

Apríl 7, 2012

0

Í sambandi við, at tað eru 20 ár síðani ræðuliga borgararkríggið byrjaði í fyrrverandi Jugoslavia, fara vit at leggja út her seks yrkingar eftir Charles Simic. Í Sarajevo hava tey sett upp 11.542 reyðar stólar á eina gøtu. Hesir súmbolisera tey plássini, sum eftir blóðugua bardagan síta tóm. Charles Simic (f. 1938) føddur og uppvaksin… [Les meira…]

Páskayrking

Apríl 6, 2012

0

Skemtið Tá ið Jesus varnaðist, at hann var negldur á krossin, knústur av vónloysi, kallandi “Hví fórt tú frá mær?” góðtók hann søguna um einhvønn persón, ið knappliga varnast ikki at hann ella hon er svikin, men at har var ongantíð ein svíkjari, tí at hugmyndin av ódeyðileika tað vil siga viðfødd rættindi hjá einumhvørjum… [Les meira…]

Follow

Get every new post delivered to your Inbox.