Tíðin er løgin. Onkuntíð kann tíðin tykjast at aka sum snigil í hálku, aðrar tíðir kann hon renna sum hara í undanvindi. Tey, ið hava bíða eftir, at tíðin skuldi koma, tá ið Vencil hin 11. kom út, hava ikki bíðað til fánýtis. Nú er hann her. Í Vencli 11 eru eins og í hinum… [Les meira…]
Mánadagin kunnu føroyingar eisini njóta tann nýggja Vencilin, tann, sum Jens Stoltenberg so stoltur heldur í. Javnaðarflokkurin hitti Stoltenberg, og frá teimum fekk hann nýggja Vencilin og eitt prent av permuni, sum Brandur Patursson hevur gjørt og prentað á Steinprenti. Aftast í Venclinum eru yrkingar, sum føroysk skøld hava yrkt til norksa fólkið, tá ið… [Les meira…]
Ikki er Vencilin, sum skuldi koma út á heysti 2011 komin út enn, og longu nú sita ritstjórarnir og ritstjórna Vencli 12. Tað er fjálgt at sita í góðum umhvørvi og lesa ein rúgvu av góðum tekstum. Flekk er eisini við. Hann liggur og slappar av, meðan hann hoyrir ein góðan tekst. OMR/AÓD
Leingi er tað, ið væl skal verða. Nú hava allir føroyingar, smáir og knáir, bíða eftir, at Vencil hin 11. skuldi koma. Kanska okkurt tár er felt og kanska onkur í máttloysi er farin út at renna í staðin fyri at endurlesa gamlar Venclar. Stúrið ikki meir. Nú kemur tann dagurin skjótt, at ein nýggjur… [Les meira…]
Í sambandi við, at tað eru 20 ár síðani ræðuliga borgararkríggið byrjaði í fyrrverandi Jugoslavia, fara vit at leggja út her seks yrkingar eftir Charles Simic. Í Sarajevo hava tey sett upp 11.542 reyðar stólar á eina gøtu. Hesir súmbolisera tey plássini, sum eftir blóðugua bardagan síta tóm. Charles Simic (f. 1938) føddur og uppvaksin… [Les meira…]
Vit, sum skriva og fáast við at geva út bøkur, koma fyrr ella seinni í ta støðu, at vit við knýttum hjarta og skelvandi sum eitt bókablað ein illveðurfongdan gerandisdag mugu viðurkenna og kyssa dustið, tí at vit enda á útsølu. Hjá okkum, sum starvast í bókaverðini er tað sum við deyðanum og flatskattinum. Øll… [Les meira…]
Yrkjarin Willum Peder Trellund Ragnar M Egholm skrivar soleiðis í Vencli 10. um sjáldsama yrkjaran Willum Peder Trellund. Föddur 12. august 1944, deyður 19. desember 2006 í Keypmannahavn. Fyrstu ferð, eg hitti Willum ella Willum PT, sum hann eisini kallaði seg til stuttleika, var í “Ring Caféen”, yvir av Nørrebro statión í Keypmannahavn. Vit búðu… [Les meira…]
Góðu føroyingar Vit, ið ritstjórna Vencli, Arnbjørn og Oddfríður, mugu viðurkenna og bukka undir einum aldargomlum siði. Vit hava samráðst við Vencil og tað innihaldið, sum skal fylla henda ellivta Vencilin, og eru komnir til ta niðurstøðu, at Vencil gerst jólatrøll. Vit harmast um hetta, og boyggja okkum í kavan og vóna, at føroyingar nær… [Les meira…]
Nú ið vit í fýra vikur hava hoyrt politiskar og ópolitiskar politkarar lovað grønt gull og svartar skógir, hevur Vencil ligið skerflatur við valfepri. Hann hevur havt upp ímotí 42 stig i fepri. Kaldasveittin hevur spríkt um pannuna og mentanar- og listareseptirnar komu ikki fram fyrr enn móti endanum á valinum. Ólukkudýrið hevur tó fingið… [Les meira…]
Til haldið í dag, vónaði eg, at Sissal Kampmann, henda nýggja og egna røddin í føroyska bókmentaheiminum fór at fáa M. A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 2011, men so varð ikki. Ongin fekk henda heiðurin í 2011. Vónandi verða pengarnir, sum ikki vórðu handaðar í dag, brúktir til bókmentir. Hinvegin kunnu vit í ritstórn Vencils fegnast um,… [Les meira…]
Mai 21, 2012
0