At senda inn tilfar

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. Lýst verður á heimasíðuni við tíðarfreistum, sum vanliga hava verið 1. august, um tilfarið skal við í heystútgávuna, og 1. februar, um tilfarið skal við í várútgávuna.

Treytirnar fyri upptøku eru, at talan er um skaldskap á føroyskum á bundnum ella óbundnum máli (uppíroknað ritroyndir (essays)) og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur inn skal verða sendur teldutøkur á til vencil@vencil.fo, saman við kontonummari og P-tali.

Síðani gera vit viðmerkingar til tekstin og senda hann aftur, so at høvundurin kann arbeiða tekstin lidnan.

Tey, sum ikki fáa tekstirnar við í Vencil, fáa eina vælmeinta grundgeving fyri, hví so er.

Follow

Get every new post delivered to your Inbox.