Alheimsbókadagur 23. apríl

Apríl 23, 2012

0

Alheims bókadagur

UNESCO, alheimsstovnur Sameindu Tjóða fyri útbúgving, vísindi og mentan, hevur síðan 1995 hátíðarhildið 23. apríl sum alheimsbókadag. Hesin dagur er eitt sindur sermerktur í bókmentasøguligum høpi, tí nógvir kendir rithøvundar eru antin føddir ella deyðir – ella bæði tvey – 23. apríl. William Shakespeare varð føddur 23. apríl 1564 og doyði 23. apríl í 1616… [Les meira…]

Steinbjørn B. Jacobsen farin

Apríl 13, 2012

0

Mynd: Randi Ward

Mynd: Randi Ward Steinbjørn B. Jacobsen f. 30.09.1937 – d. 12.04.2012 Steinbjørn B. Jacobsen, ein av okkara fremstu nútíðarskøldum, er farin. Steinbjørn kom sum eitt frískt lot inn í føroyska yrkjaraheimin við sínum stuttu, konkretu yrkingum. Nógv varð tosað um hetta yrkingaslagið, og nógv mettu hetta ikki sum yrkingar. Hvør kennir ikki hesa: lotið tolið… [Les meira…]

Tað sum sigast má

Apríl 10, 2012

0

gunter-grass-terry-collett-painting-583x450

Í kjalarvørrinum á yrkingini “Was gesagt werden muss” eftir Günther Grass, sum hevur staðið í útlendskum bløðum, hevur tikið seg upp eitt hart tiltrongt kjak um innihaldið og formin í tí, sum Günther Grass hevur at siga um gýðingahatur og kjarnorkustøðuna í Ísrael og Iran. Eisini hevur verið tosað nógv um samfelagsligu støðuna hjá rithøvundum.… [Les meira…]

Sarajevo leygardag reyða

Apríl 7, 2012

0

11,541 red chairs are pictured along Titova street in Sarajevo as the city marks the 20th anniversary of the start of the Bosnian war

Í sambandi við, at tað eru 20 ár síðani ræðuliga borgararkríggið byrjaði í fyrrverandi Jugoslavia, fara vit at leggja út her seks yrkingar eftir Charles Simic. Í Sarajevo hava tey sett upp 11.542 reyðar stólar á eina gøtu. Hesir súmbolisera tey plássini, sum eftir blóðugua bardagan síta tóm. Charles Simic (f. 1938) føddur og uppvaksin… [Les meira…]

Páskayrking

Apríl 6, 2012

0

Matthias Grünewald

Skemtið Tá ið Jesus varnaðist, at hann var negldur á krossin, knústur av vónloysi, kallandi “Hví fórt tú frá mær?” góðtók hann søguna um einhvønn persón, ið knappliga varnast ikki at hann ella hon er svikin, men at har var ongantíð ein svíkjari, tí at hugmyndin av ódeyðileika tað vil siga viðfødd rættindi hjá einumhvørjum… [Les meira…]

Útgivin undir:rithøvundar, yrkingar

“Eg sá teir bestu heilarnar í mínum ættarliði”

Apríl 3, 2012

0

william-burroughs.allen-ginsberg.by-hank-oneal

5. apríl í 1997 andaðist mæta skaldið Allen Ginsberg. Allen Ginsberg (1925-97) var helst hitt týdningarmesta skaldið í farnu øld. Sjálvandi er ilt at taka dagar ímillum skøld, og tað er eisini ein persónlig meting og smakkur. Ginsberg er ein yrkjari, sum eg taki fram við jøvnum millumbili og lesi. Eg tók mær bókina, Last Words… [Les meira…]

Útgivin undir:rithøvundar, yrkingar

Hátíðarhaldið fyri Karsteni Hoydal

Mars 31, 2012

0

DSC05687

Seinnapartin í dag var minningarhátíð fyri Karsteni Hoydal, sum hevði fylt 100 ár 28. mars í ár. Í hesum sambandi var minningarsteinur avdúkaður. Steinurin stendur beint framman fyri kantinuna í tí stóra gula bygninginum. Við síðuna av steininum standa tey bæði høgu og hábærsligu trøini, sum Karsten Hoydal sjálvur plantaði í 1924. Hátíðarhaldið byrjaði við,… [Les meira…]

Útgivin undir:rithøvundar, tíðindi

Karsten Hoydal 100 ár

Mars 28, 2012

0

karsten_2

Tann 28. mars í 1912 varð Karsten Hoydal føddur í Hoydølum. Hann doyði 4. apríl í 1990. Karsten er eitt hitt størsta skaldið í føroyskum bókmentum. Hann var ógvuliga nærlagdur og tað, sum hann gjørdi, gjørdi hann ótrúliga væl. Bæði stuttsøgurnar, yrkingarnar, barnasøgurnar og týðingarnar eru á einum altjóða høgum støði. Tann 28. mars eru… [Les meira…]

Útgivin undir:rithøvundar, tíðindi, yrkingar

Sunnudagsyrking

Mars 25, 2012

1

Great Red Dragon and the Woman Clothed with the Sun William Blake

Eg datt fram á eina yrking á gjár. Yrkingina havi eg lisið fleiri ferðir fyrr, men tað, sum sermerkir júst ta yrkingina, eg datt fram á er, at hetta er ein týðing eftir góða týðara okkara, Alexandur Kristiansen. Yrkingin eitur “I Saw a Chapel all of Gould” eftir William Blake. Hon ljóðar í týðing Alexandur… [Les meira…]

Útgivin undir:rithøvundar, yrkingar

UM

Mars 24, 2012

0

if-rudyard-kipling

Rudyard Kipling skrivaði í 1895 yrkingina “If”. Henda yrking er vorðin heimskend, og um fólk ikki kenna hana, so er tað helst tí, at tey ikki hava fylgt nóg væl við í enskum, tá ið tey gingu í skúla. Í Vencli, ið kemur um páskirnar, hava vit “If” í føroyskari týðing. Tað er ein av… [Les meira…]

Útgivin undir:rithøvundar, yrkingar
Follow

Get every new post delivered to your Inbox.