Browsing All Posts published on »juli, 2011«

Terroryrkingar

juli 30, 2011

0

Í sambandi við, at norska tjóðin varð rakt av meiningsleysum óndskapi, heita vit á skrivandi fólk at senda inn yrkingar, ið beinleiðis eru skrivaðar til terrorin í Oslo og/ella hóprdrápini á Utøya. Freistin at senda inn tilfarið er 7. august. Yrkingarnar kunnu sendast inn til vencil@vencil.fo. aód & omr Advertisements

Innlatingarfreistin og tilfar

juli 23, 2011

0

Nú er skjótt aftur tíð til at senda tilfar inn til Vencil. 1. august er innlatingarfreistin til Vencil hin 11. Um onkur hevur eina stuttsøgu, eina yrking, eitt leikbrot/stuttleik ella eina ritroynd liggjandi, sum eru væl gjøgnumarbeidd og liðug eru tey vælkomin at senda tilfarið inn til Vencil. Atsetri er: vencil@vencil.fo. Vit hava eisini fingið […]

Við samkenslu

juli 23, 2011

0

Í dag kenna vit eftirvirkningarnar frá bumbubrestinum í Oslo og hópdrápið á Utøya. Vit kunnu ikki seta okkum inn í støðuna hjá teimum, sum varða av, men vísa teimum samkenslu og tankar í hesi sváru stund, kunnu vit gera. Leygardagin 15. august í 1998 bresti RIRA, Real Irish Republican Army, eina bumbu í norðurírska býnum […]

Teir innanholaðu

juli 22, 2011

0

Í Vencli tíggjunda stendur ógvuliga stórfingna yrkingin “The Hollow Men” eftir amerikansk-enska yrkjaran, T. S. Eliot (1888-1965). Heitið á yrkingini er sett saman av tveimum øðrum heitum: “The Hollow Land” eftir William Morris og “The Broken Men” eftir Rudyard Kipling. Innskriftirnar, “Mistah Kurtz – he dead” og “A penny for the Old Guy” sipa til […]

Upp og niður uppgongina

juli 21, 2011

1

Fyri stuttum gav forlagið í útlegd, Eksil, tríggjar bøkur út. Eg fari ikki her, at umrøða allar bøkurnar. Eg fari her at taka fram yrkingasavnið, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgonginii, eftir Sissal Kampmann. Beiggi Sissal, Ludvík Breckmann, hevur teknað permuna. Yrkjarar eru ein lítil skari, ja, kanska ein doyggjandi rasa her á […]

21 juli 1997

juli 21, 2011

0

Mánadag, 21 juli, 1997 Hetta var ein mánadag í 1882. “Handa myndin er ógvuliga støvugt.” Jesse James loysti revolvarabeltið og støvaði av The Death of Stonewall Jackson. Bob Ford skeyt og drap hann. Lívið vestanfyri. Denn plága. Kortini var revolvarabardagin ein andalig venjing – á hædd við svørsbardaga, fikting [og] tarvafikting. Revolvaramaðurin váðar lívið sítt. […]

Jens Pauli Heinesen farin

juli 19, 2011

0

Okkara mest virkni rithøvundum, Jens Pauli Heinesen, er deyður, 78 ára gamal. Jens Pauli Heinesen varð føddur í 1932 og vaks upp í Sandavági. Hann var læraralærdur, men gavst sum lærari í 1970, og tá fór hann at skriva burturav. Jens Pauli var sera virkin sum rithøvundur. Hann skrivaði m.a. stuttsøgusøvn, yrkingar, skaldsøgur og sjónleikir. […]

Brotini

juli 17, 2011

0

Hvussu siga vit mest møguligt við so fáum orðum sum møguligt? Vit fara um verðina og vilja siga mest møguligt, vilja oysa heimin undir í orðum. Vit vilja so fegin verða hoyrd, vilja ganga undir í fólki, ið vilja heilsa einum, vilja kenna ein og taka ein við sær út á eina ferð á yvirflatanum, […]

Skaldskaparritið Vencil fyllir runt

juli 6, 2011

0

Vencil hin 10. er komin út. Hetta er fimta árið hjá skaldskaparritinum Vencli. Vencil hevur hesi seinastu fimm árini borið fram fyri føroyska lesaran manga góða yrkingina, manga góða stuttsøguna og manga góða ritroyndina. Vencil 10. stendur ikki aftan fyri hinar undanfarnu. Í hesum Venclinum eru aftur nógvir góðir útlendskir rithøvundar, klæddir í føroyska málið. […]

Vencil fingið nýggja heimasíðu

juli 6, 2011

0

Vencil hevur fingið nýggja heimasíðu. Adressan er http: www.vencil.fo. Nýggja heimasíðan verður lættari at dagføra, so vónandi verður hon meira livandi enn tann gamla. Eisini gevur hon lesaranum aðrar møguleikar enn hin, so sum at gera viðmerkingar til greinar, deila greinar við onnur á Facebook og aðrastaðni, og so hevur hon eina góða leitifunktión. Vit […]