Brotini

Posted on 17 juli 2011

0


Robert CreeleyHvussu siga vit mest møguligt við so fáum orðum sum møguligt? Vit fara um verðina og vilja siga mest møguligt, vilja oysa heimin undir í orðum. Vit vilja so fegin verða hoyrd, vilja ganga undir í fólki, ið vilja heilsa einum, vilja kenna ein og taka ein við sær út á eina ferð á yvirflatanum, har orðini tutla sum áarløkir.

Onki er galið við at siga nógv, men hin umhugsni rithøvundurin, ið vigar síni orð á regluni, er heldur sjáldsamur her á landi.

Nógvir eru mátarnir at arbeiða við sínum skaldskapi. Tá ið eg arbeiði við einari yrking, dámar mær væl at lesa eitt orð í senn og tyggja tað í eini fimm sekund, áðrenn eg fari undir at lesa og tyggja næsta orðið og sambera smakkirnar. At tyggja eitt orð vil siga, at orðið verður gjørt sjónligt og at oyruni og ljóðini og týdningur og hjátýdningur verður væl gjøgnumhugsaður.

At skriva yrkingar er at abstrahera frá tí ítøkiliga – at hvør regla er ein yrking í sjálvum sær. Hetta at býta sundur reglur í einari yrking hevur øgiliga nógv at siga fyri, hvussu yrkingin skal skiljast. Ein yrkjari, ið ikki oyðslar við orðum, og sum dugir at abstrahera frá tí ítøkiliga og sum dugir ógvuliga væl at gera reglurnar soleiðis, at yrkingin kann lesast á nógvar mátar, er Robert Creeley. Her er ein av hansara meistarligu yrkingum.

Pieces

I didn’t
want
to hurt you.
Don’t

stop
to think. It
hurts
to live

like this,
meat
sliced
walking.

OMR/Vencil

Advertisements
Posted in: rithøvundar