21 juli 1997

Posted on 21 juli 2011

0


Mánadag, 21 juli, 1997

Hetta var ein mánadag í 1882.
“Handa myndin er ógvuliga støvugt.”
Jesse James loysti revolvarabeltið og støvaði av The Death of Stonewall Jackson. Bob Ford skeyt og drap hann.
Lívið vestanfyri. Denn plága. Kortini var revolvarabardagin ein andalig venjing – á hædd við svørsbardaga, fikting [og] tarvafikting. Revolvaramaðurin váðar lívið sítt. Tá ið hann hevur vunnið, kemur ein søt, rein kensla á hann, sum at verða føddur, er mær sagt – havi ikki verið har sjálvur.
Nú er onki eftir.
Kanska ein endiliga fer at halda uppat við at hyggja at tjaldinum, og kanna hvør – hvat – er handan tjaldið.
Tað verða dagar.

Soleiðis skrivaði William S. Burroughs í dagbók sína stutta tíð, áðrenn hann andaðist hin 2. august í 1997. Seinastu orðini skrivaði William S. Burroughs í dagbók sína hin 30. juli í 1997:

Kærleiki? Hvat er tað?
Mest natúrligi heilivágur fyri pínu, ið til er.
KÆRLEIKI.

William Burroughs

Advertisements
Posted in: rithøvundar