Upp og niður uppgongina

Posted on 21 Juli 2011

1


Fyri stuttum gav forlagið í útlegd, Eksil, tríggjar bøkur út. Eg fari ikki her, at umrøða allar bøkurnar. Eg fari her at taka fram yrkingasavnið, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgonginii, eftir Sissal Kampmann. Beiggi Sissal, Ludvík Breckmann, hevur teknað permuna.

Yrkjarar eru ein lítil skari, ja, kanska ein doyggjandi rasa her á landi. Líka veit eg. Um vit hyggja eini tjúgu ár aftur í tíðina, so eru ikki nógvir yrkjarar, ið hava givið meir enn eitt savn út. Fleiri eru, sum hava givið út eittans savnið, fyri síðani at hvørva í gloymskunnar grugg. Tí er tað so frískligt at fáa eitt slíkt savn í hondina, sum Sissal hevur skrivað, tí at hetta bendir á, at fleiri søvn fara at koma frá hennara hond. Vónandi.

Sissal Kampmann hevur havt nakrar av yrkingunum við í Vencli. Tær hava verið væl móttiknar av lesarum og ummælarum.

Sum heitið sigur, so er talan um heimligar yrkingar. Ikki bara heimligar, men yrkingar, ið antin siga okkurt um at fara ella at koma. At flyta. At kenna seg heima. At kenna seg óynsktan. At kenna seg neyðtiknan. At kenna seg ófulkomnan. At kenna avmakt. At kenna gleði. Allar hesar kenslurnar, sum hava verið lýstar fleiri ferðir fyrr. Íðan, hvat er so gott við yrkingasavninum? Jú, tað er mátin tað verður sagt. Savnið er ein darrandi strongur av gerandisligum groteskleika í lýriskum hami.

Vit fylgja einum ógvuliga sjónligum og menniskjaligum eg-persóni, ið leggur sínar egnu gullgøtur, men varnast, at gøturnar ikki altíð  glitra sum gullið. Ein uppgongd ella ein trappa hevur nógv at siga fyri eitt rúm. Tað er gjøgnum hesar, at tú kemur til á frá rúminum. Gjøgnum hesar, at alt verður borið til og frá. “Uppgongd” er eisini eitt positivt orð, ið bendir á eina ávísa framgongd.

Sjálvandi er onki savn lýtaleyst. Heldur ikki hetta. Í støðum kundi verið lúkað eitt sindur út. Óneyðug orð sníkja seg inn í setningar. Sum hesin: sum bert hin mest vandamesti er tað. Her kundi staðið: sum bert hin vandamesti er. Eisini kundi onkur yrkingin verið stytt eitt sindur.

Mær dámar serstakliga væl heildina. Hetta næstan Woolfska skrivingarlagið, har setningar og yrkingar bróta sum smáar bárur inn og út úr rúmum og upp og niður gongir og aftur og fram í bussum, er tað, sum gevur júst hesum yrkingasavninum nakað serligt. Eisini, at yrkingasavnið er ein væl samanskrúva svita, ger savnið til nakað serligt í føroyskum skaldskapi.

Nógvar yrkginar eru heilt góðar, men skal eg taka eina fram her, so má eg nevna yrkingina á blaðsíðu 25-27. Fyrsta lesiupplivingin var gásahúð. Næsta var ein øgilig kensla av avmakt. Triðja var ein samkensla við eg-persnóinum, ið stríðist við seg sjálvan. Lat meg lata teg lata sálina hjá mær renna / sum saftina úr einari appilsin. Hetta er mergurin í yrkingini. Orðingin: Lat meg lata teg gongur aftur. Hetta ger, at øll verða snýtt. Lesarin, eg-persónurin og triði persónurin í yrkingini. Eg-persónurin hevur maktina við at lata onnur hava maktina á sær. Sjálvandi gongur tað ikki í longdini.

Annað evnið er heimlongsul. Heimið í Føroyum og heimið í útlegdini. Bygdin og býurin. Gulir bussar og bláir bussar. Øll hesi hava eyðkenni av at tú antin er heima ella burturi. Og tá ið til stykkis kemur, so eru vit ikki øðrvísi enn seinastu reglurnar í savninum: meðan havfuglurin stoytti seg við ferð / niður í / glampandi / blágráa havið / fyri síðani at koma upp aftur / borin til lívið av nýggjum. Vit eru ikki annað enn andarhaldið, vit eru undir vatni.

OMR

Posted in: ummæli