Teir innanholaðu

Posted on 22 Juli 2011

0


T.S. Eliot

Í Vencli tíggjunda stendur ógvuliga stórfingna yrkingin “The Hollow Men” eftir amerikansk-enska yrkjaran, T. S. Eliot (1888-1965). Heitið á yrkingini er sett saman av tveimum øðrum heitum: “The Hollow Land” eftir William Morris og “The Broken Men” eftir Rudyard Kipling.

Innskriftirnar, “Mistah Kurtz – he dead” og “A penny for the Old Guy” sipa til Guy Fawkes, ið var ein av høvuðsmonnunum handan samansvørjingina, ið vanliga verður kallað “The Gunpowder Plot”, ið skuldi drepa King James 1. og alt bretska tingið í 1605.

Eliot, ið yvirlivdi bæði fyrra og seinna heimskríggj og krakkið á Wall Street í oktober í 1929, hevði ikki bara hesar tilsipingar, tá ið hann skrivaði síni verk. Hann sipaði eisini til aðrar søguliga hendingar og eisini sipaði hann til aðrar bókmentir. Tað er ikki óhugsandi, at “The Hollow Men” kann lesast í ljósinum frá stórverkinum La Divina Commedia eftir Dante Alghieri (1265-1321). Eliot tosar um “deyðans annað Ríki”, “deyðans dreymaríki” og “deyðans skýmingsríki”. Dante skrivar um trý ríki: Inferno (helviti), Purgatorio (reinsingareldurin) og Paradisio (paradís).Samanberingin er har.

Øll eru vit til tíðir sum hesir innanholaðu menninir, hesi fuglaskrímslini, ið ikki altíð eru sum tey eiga, men sum verða álopin bæði úr erva og úr neðra. Tað kann væl vera, at heimurin ferst við einum bresti, men hvørt einstakt menniskja ferst einsamalt og við eini eymkan.

Mest kenda og kanska mest endurgivna ørindi eftir Eliot er seinasta ørindi í hesi yrking:

Soleiðis ferst heimurin,
Soleiðis ferst heimurin,
Soleiðis ferst heimurin,
ikki við einum bresti men við eini eymkan.

Tá ið Eliot seinni varð spurdur um hann hevði skrivað hasa seinastu regluna eftir at amerikumenn høvdu tveitt atombumburnar yvir Hiroshima og Nagasaki, svaraði hann, at tað hevði hann ikki. “Eftir atombumbuna kunnu vit ikki tosa um eymkan, man bara tosa um brestir,” segði hann.

Teir innanholaðu menninir

Mistah Kurtz – he dead

A penny for the Old Guy

I

Vit eru teir innanholaðu menninir
Vit eru teir útstappaðu menninir
Lútandi hvør móti øðrum
Við høvdunum fullum av hoyggi. Ája!
Tá ið vit teska saman
Eru turru røddir okkara
Kvirrar og meiningsleysar
Sum vindurin í turrum deyðagrasi
Ella rottuføtur í glasbrotum
Á turra kjallaragólvinum.

Skapleysur kroppur, litleysur skuggi,
Lamd megi, læti við ongari rørslu.

Tey sum við opnum eygum
Leitaðu sær til deyðans annað Ríki
Minnast okkum – um tey yvirhøvur minnast okkum –
Ikki sum glataðar illgjørdar sálir, men bert
Sum teir innanholaðu menninir,
Teir útstappaðu menninir.

II

Eygu eg ikki tori at møta í dreymi,
Í deyðans dreymaríki
Vísa tey seg ikki:
Har eru eyguni
Sólargeislar yvir eini brotnaðari súlu,
Har er eitt sveiggjandi træ
Og røddir
Í suðandi vindinum
Fjarari og tignarligari
Enn ein bliknandi stjørna.

Latið meg ikki koma nærri
Í deyðans dreymaríki.
Latið eisini meg bera
Hesar villandi dularbúnar,
Rottufeld, krákuham, krossaðar greinar
Úti í bønum
Flyta meg eins og vindurin
Ikki nærri –

Ikki hin endaligi fundurin
Í dagssetursríkinum.

III

Hetta er tað deyða landið,
Hetta er kaktuslandið,
Her eru gudamyndirnar
Reistar, her taka tær ímóti
Bønum frá hondum teirra deyðu
Undir eini glampandi bliknandi stjørnu.

Er tað sum her
Í hinum deyðans ríki,
At vakna einsamallur
Í tí løtu tá ið vit
Skelva av eymleika.
Varrar ætlaðar at kyssa
Sum orða bønir til knústar steinar.

IV

Eyguni eru ikki her.
Her eru eingi eygu
Í hesum dali av doyggjandi stjørnum,
Í hesum tóma dali,
Hesum knústa kjafti av okkara mistu ríkjum.

Á hesum seinasta fundarstaði
Trilva vit okkum saman
Og skáka okkum undan samrøðum,
Samankomnir her á strondini við ta brúsandi ánna.

Blindir, um ikki
Eyguni vísa seg av nýggjum
Sum hin æviga stjørnan,
Margfalda rósan
Í deyðans skýmingarríki,
Hin einasta vónin
Hjá tómum monnum.

V

Vit ganga runt um ein stingandi runn,
Stingandi runn, stingandi runn,
Vit ganga runt um ein stingandi runn
Klokkan fimm á morgni…

Millum hugskotið
Og veruleikan,
Millum innskotið
Og gerðina
Fellur skuggin.

                                    Tí Títt er Ríkið

Millum gitnaðin
Og skapanina,
Millum kensluna
Og aftursvarið
Fellur skuggin.

                                    Lívið er so langt

Millum girndina
Og herðindi,
Millum megina
Og tilveruna,
Millum veruna
Og uppruna
Fellur skuggin.

                                   Tí Títt er Ríkið

Tí Títt er
Lívið er
Tí Títt er

Soleiðis ferst heimurin,
Soleiðis ferst heimurin,
Soleiðis ferst heimurin,
ikki við einum bresti men við eini eymkan.

 

T.S.Eliot
Alexandur Kristiansen týddi

(Yrkingin stendur í Vencli tíggjunda)

Posted in: rithøvundar