Innlatingarfreistin og tilfar

Posted on 23 juli 2011

0


Nú er skjótt aftur tíð til at senda tilfar inn til Vencil. 1. august er innlatingarfreistin til Vencil hin 11. Um onkur hevur eina stuttsøgu, eina yrking, eitt leikbrot/stuttleik ella eina ritroynd liggjandi, sum eru væl gjøgnumarbeidd og liðug eru tey vælkomin at senda tilfarið inn til Vencil. Atsetri er: vencil@vencil.fo.

Vit hava eisini fingið nýggja heimasíðu, sum vit ætla at hava so virkna sum gjørligt. Tú er vælkomin at senda inn tilfar til heimasíðuna. Tilfarið, ið sent verður má hava okkurt við skaldskap at gera. Vencil vil fegin hava ummæli, høvundalýsingar, góðar og vánaligar lesiupplivingar, yndisbøkur. Stuttligt hevði verið, um onkur lesari sendi okkum eitt ummæli av einum Vencli, hann hevur lisið, ella av einum teksti úr onkrum av teimum tíggju Venclunum, hann hevur lisið.

omr & aód

Advertisements
Posted in: tíðindi, Vencil