Lívið er løtur, heilsa abba tínum! Soleiðis segði Jens Dam Jacobsen við Eyðun Johannessen (við tveimum n-um og tveimum s-um), tá ið Eyðun var smádrongur. Fríggjakvøldið stóð Eyðun Johannessen einsamallur á pallinum í Tjóðleikhúsi okkara og segði frá lívi sínum. The grand old man innan føroyska leiklist, og maðurin, ið hevur verið við til […]
august 23, 2011
Vit fara í framtíðini at leggja út á heimasíðuna ein yrking um vikuna. Vikuyrkingin fer ikki altíð at standa á føroyskum. Onkur fer at standa á øðrum málum. Fyrsta yrkingin er eftir Ewa Lipska og er hon pólskur yrkjari. Hon er fødd í 1945. Hon hoyrir til nýggju bylgjuna av yrkjarum í Póllandi. Fyrsta savn […]
august 20, 2011
Fyri stuttari tíð síðani, debuteraði Katrin Reinert sum yrkjari við yrkingasavninum Kringvindar. Tá ið eg sigi, at hon debuteraði, so er tað ikki heilt rætt. Fleiri av yrkingunum, sum standa í debutsavninum, hava staðið á prenti í Venclum. Fyri ikki so langari tíð síðani ummældi eg yrkingasavnið Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongini […]
august 15, 2011
Bergur Djurhuus Hansen ummælir Vencil 10. Nýtt og gott gamalt Vencil nr. 10 er áhugaverdur, men ikki ruddiligur Latið okkum taka (næstan) alt tað áhugaverda fyrst. Umleið ein fjórðingur av nýggja Vencili er vígdur danska yrkjaranum Willum Peder Trellund, sum andaðist í 2006. Trellund man vera mongum ókendur, men bæði sum persónur og sum […]
august 14, 2011
Lýsingarnar eru nógvar. Summar eru ógvuliga góðar, aðrar kundi heimurin livað fyriuttan. Union Bank of Switzerland gjørdi fleiri lýsingar, har kendir shakespearsjónleikarar lósu yrkingar eftir stórskøld. Stuttligt hevði verið at hugleitt um, hvør føroyskur banki kundi lýst við yrkingum eftir føroyskum stórskøldum? Tóat tiltrúgvin til bankaranr er grúiliga nógv versnað hesi seinastu árini, so er […]
august 13, 2011
Yrkingin “Invictus” eftir William Ernest Henley stóð í sjeynda Vencli. Yrkingina hevur Alexandur Kristiansen týtt. Invictus Um náttin svørt meg hylja vil, so anir tó mítt lívsins bál, eg takka øllum gudum vil alt fyri mína stældu sál. Eg gráti ei, um lagnan slær, og lívið er mær fátt og grátt, og svangist alt í […]
august 13, 2011
Í summarfrítíðini havi eg endurlisið yrkingasavnið Some Thing Black eftir franska yrkjaran Jacques Roubaud. Kendi amerikanski yrkjarin Rosmarie Waldrop hevur týtt savnið úr fronskum. Kona Roubaud, Alix Cleo, var fotografur. Á seinastu blaðsíðunum í savninum, eru fotomyndir, sum Alix Cleo hevur tikið. Jacque Roubaud er førddur í 1932. Hann er franskur yrkjari og støddfrøðingur. Hann […]
august 12, 2011
Samløgur – søgur frá lívinum eftir deyðan Í 2009 kom út stutt bók eftir amerikanska heilagranskaran, David Eagleman. Bókin eitur: Sum – tales from the afterlives. Sum heitið sigur, er hetta ein bók, ið sipar til ymisk lív eftir deyðan. Bókin er eitt smásøgusavn og blaðsíðurnar telja ikki meira enn 110. Søgurnar eru um, hvussu […]
august 8, 2011
Sporvognurin – ein ferð inn í annan heim Eftir Kristi Hansen Langsøga eftir Agnar Artúvertin Í hesum døgum er ein nýggj áhugaverd og spennandi skaldsøga komin út eftir Agnar Artúvertin. Kanska er rættari at siga langsøga, tí frásigarin sigur beinleiðis: “at meiningin ikki er, at hetta skal vera ein skaldsøga, men harafturímóti ein langsøga” (s.81). […]
august 6, 2011
Vencil hevur fingið loyvi frá Piu Tafdrup at prenta yrkingina, “Syv kjoler for synligheden”, sum hon skrivaði eftir ræðuleikarnar í Oslo og á Utøya hin lagnutunga dagin 22. juli 2011. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt hana til føroyskt, og yrkingin fer at standa í Vencli nummar 11, ið kemur í oktober. Yrkingin hevur staðið í […]
august 27, 2011
0