Terrorhaiku

Posted on 1 August 2011

0


fimm terrorhaiku
oddfríður marni rasmussen

1. terrorhaiku

óndskapur gongur
hjørtu smella sum kúlur
á grønari oyggj

2. terrorhaiku

í sekundinum
tekur trykkið andadrátt
inn í ræðslutár

3. terrorhaiku

steinharða havið
sólarroðin gloymdi at
lita við hita

4. terrorhaiku

ongi orð kunnu
drepa reyðu sorgina
úr køldum stáli

5. terrorhaiku

eg hyggi inn í
deyða eygað á spíra
millum grótini

Posted in: yrkingar