Nígari – ummæli

Posted on 2 August 2011

0


Nígar

eftir Einar Andreas Lund: Kneler 2008

týtt til føroyskt hevur Agnar Artúvertin

Útgáva: SPROTIN 2011

Ummæli

Henda skaldsøgan er eitt framúr gott dømi um nútíðar skaldskap, har dentur verður lagdur á tað, sum gongur fyri seg í einum modernaðum, materialistiskum, kanska enntá andleysum samfelag. Gjøgnum eyguni á 33 ára gamla Mikael Skrent sær lesarin eitt samfelag, sum er merkt av tómleika, njótingarmettu og vantandi dýpd. Materialistiskt gongur alt væl. Mikael er væl útbúgvin, búskaparfrøðingur, við góðum starvi. Hann tjenar fleiri ferðir so nógv sum ein arbeiðsmaður, sigur hann. Klæðini eru skraddaraseymaði, skógvarnir hondseymaðir. Alt rundan um hann er fyrsta flokks, í heiminum, bilurin, alt av dýrasta merki. Harumframt sær hann væl út, er ljóshærdur og hevur atdráttarmegi sum fáur, so hann kann niðurleggja hvørja kvinnu, hann vil hava. Hann er eitt modernað produkt av síni samtíð, men tað er synd at siga, at hann er lukkuligur. Ovurhonds stóra trongdin til kynsliga njóting og til at doyva seg sjálvan við evnum sum kokain og alkohol siga frá, at menniskjansliga grundfestið er rættuliga veikt og sera ringt at finna og festa seg við. Hann vamlast við konufólkini, sum eru so altrá eftir honum, sær tey sum beinarøð av ótespiligum forfalli, elli og lýti. Lesarin varnast, at har liggur okkurt ófrættakent aftanfyri vamlið og møðina – ikki bara tað at hann er so mettaður av kynsligari njóting, men at hetta alt stavar frá blóðskemd, sum mamma hansara hevur útsett hann fyri, tá hann var 14 ára gamal.  Unga kvinnan, Theresa, sum hann livdi saman við eina tíð fyri tíggju árum síðani, segði við Mikael, eftir at hon hevði mist barnið, sum hon hevði longst so eftir at fáa, men sum hann als ikki var áhugaður í, at hann var sinnisliga brotin, og at hetta hevði okkurt at gera við mammu hansara, hóast hon ikki visti av, at hann hevði verið útsettur fyri blóðskemd.  Theresa rýmdi  frá honum, og hon hevði verið tað einasta menniskjað, hann hevði havt veruligar og heitar kenslur fyri. Eftir tað missir hann kósina kensluliga sum eitt skip við ongum róðri, og hann veit sær onki annað enn at tveita seg út í líkasælar, skjótar og grunnar njótingar, sum aftur og aftur prógva fyri honum, hvussu tómt og andleyst lívið er vorðið.

Hansara stóri áhugi uttanfyri arbeiðslívið er at savna sær vitan um skordýr, og hann hevur lætt við at samanbera fólk við ymisk skordýr, sum hann heldur hóska saman í eginleikum teirra. Sjálvur er hann nígarin, sum ‘sjáldan tímir at gera nakað fyri at fanga fong sín, tí hann veit, at fongurin kemur av sær sjálvum’. Tær reyðu stríðsmeyrurnar í Afrika, sum gera kollektivt sjálvmorð, tá ongin nytta er í teimum meira, eru myndin av summum fólkum í samfelagnum, sum við sínum stóra kjafti gera sosialt sjálvmorð. Eiturkoppahonin brúkar hannin til paringar, men rýmir so frá honum og letur hann taka sær av avkominum, um hann altso yvirlivir paringina, meðan hon fer út at finna aðrar hannar at para seg við – ein mynd av nógvum av teimum kvinnum hann finnur saman við. Foreldur Mikaels verða samanborin við meyrur, tí tey eru líkasæl og atfinningarsom og neilig gjøgnum allan uppvøkstur hansara og hava onki at geva honum av kærleika ella góðum kenslum. Mamman verður eisini samanborin við hon-kakkulakk, sum makast við egna avkomi sínum. Og soleiðis verða tey ymisku fólkini í skaldsøguni lýst í skordýramyndum.

Lesarin varnast, at hendan samanbering millum fólka- og skordýrasamfeløgini einahelst kemur av, at høvuðspersónurin sær, at menniskjuni í hansara modernaða samfelag meira og meira eru farin at líkjast skordýrum, sum liva ótilvitað. Tey liva og gera tað, tey altíð hava gjørt, tí tað liggur sum eitt mynstur í teirra ílegum. Menniskjað er onkursvegna við at verða avhumaniserað, gerðirnar eru mekaniskar og ótilvitaðar, øll dýpd og andligheit er horvin, og teir grundleggjandi tørvirnir hava fingið fult tamarhald á tilveru teirra.

Málið í skaldsøguni er livandi, tí tað er nógv brúkt bæði í talu og skrift. Onkursvegna fangar tað lesaran, so man fær hug at lesa víðari. Ein veikleiki í føroysku týðingini eru tey sera mongu ‘føroysku fremmandorðini’ – hesi orð eru helst at finna í stóru móðurmáls-orðabókini, og kunnu gerast ein forðing hjá teimum lesarum, sum ikki eru von við at lesa so nógv føroyskt. Tað verður ofta tikið til, at tað er so ringt at lesa føroyskan skaldskap, tí har eru so nógv orð, sum man ikki skilir, tí tey eru so ‘grótføroysk’.

Samanumtikið er hendan skaldsøga eitt virðiligt og sera viðkomandi ískoyti til fjøldina av góðum skaldskapi á føroyskum máli, samstundis sum hon vekir ans, og ávarar lesaran um, at lagna nígarans og hansara samfelag so sera lættliga kann verða tann, sum tað modernaða samfelagið eisini her heima hjá okkum fer at uppliva, um ikki onkur trínur fram og ger okkurt munagott fyri at steðga hesi gongd.

Mina Reinert

Posted in: ummæli