Sjey kjólar til tað sjónliga

Posted on 6 August 2011

0


Vencil hevur fingið loyvi frá Piu Tafdrup at prenta yrkingina, “Syv kjoler for synligheden”, sum hon skrivaði eftir ræðuleikarnar í Oslo og á Utøya hin lagnutunga dagin 22. juli 2011.

Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt hana til føroyskt, og yrkingin fer at standa í Vencli nummar 11, ið kemur í oktober. Yrkingin hevur staðið í øllum teimum stóru dagbløðunum í norðurlondum. Her er hon á føroyskum.

Sjey kjólar til tað sjónliga

Eg seymi kjóla, sum kann berast
errin av tí, ið føðist
við vónarglóð í hjartakari,
hann er fullgjørdur til stór og smá,
fastvovin úr regnsins boga,
hann kann njótast alt lívið,
verður væl farið um klæðið.

Eg seymi kjóla, sum kann berast
kvirrur av óttans nýoffri,
hann passar stórum og smáum,
fjalir ikki deyðamein
sum av fuglameingi verður veitt,
út úr træsins tøttu krúnu,
flákrar klæðið upp í vindin.

Eg seymi kjóla, sum kann berast
lættur av hatsins nýoffri,
litaður reyður av blóði,
hevur torusvartar kantar,
hann passar stórum og smáum,
tí, ið als ikki trúði
at skiftast skuldu klæði áðrenn nátt.

Eg seymi kjóla, sum kann berast
av kenslukulda offursins,
hann passar stórum og smáum,
ørskuklæði kjólans er
úr eldi, grimdarregn ei sløkkir,
og hann skal minna á, at jørðin
hvørja løtu kann gapa.

Eg seymi kjóla, sum kann hylja
stadnað blóð á deyðans offri,
hann fjalir stórum og smáum,
er myndaður eftir grátsins
djúpu foyrum á kjálkanum,
klæðið hóskar til niðubróst,
rógv í hvørjari grøv á jørð.

Eg seymi kjóla, sum kann berast
í tokublundi frá sorgsins
offri, vígdur er skyldfólki
og vinunum hjá tí deyða,
hann passar stórum og smáum,
øðisins fyrsta ljós sæst
millum blýgráan pínutráð.

Eg seymi kjólan, sum kann berast
trygt av tí, ið vónina nemur,
vovin inn er vinalátur,
ljóðleys gleðistár, hugurin
til at vakna upp hóast
lívini, sum vanlukkan tók
– hann kastar aftur strálur sólsins.

 

Pia Tafdrup

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Posted in: yrkingar