Sporvognurin – ummæli

Posted on 8 August 2011

0


Sporvognurinein ferð inn í annan heim

Eftir Kristi Hansen

Langsøga eftir Agnar Artúvertin

 Í hesum døgum er ein nýggj áhugaverd og spennandi skaldsøga komin út eftir Agnar Artúvertin. Kanska er rættari at siga langsøga, tí frásigarin sigur beinleiðis: “at meiningin ikki er, at hetta skal vera ein skaldsøga, men harafturímóti ein langsøga” (s.81).

    Søgan snýr seg í stuttum um turistin, ið er í London og ferðast og av einhvørjari orsøk missur sambandið við veruleikan, endar í einum fjalli og tvey ár seinni kemur aftur á ævintýriligan hátt til sína familju á rygginum á einum hvítum úlvi.

   Bókin er skipað í 5 partar. Árið er 1888 og staðið er London. Ferðamaðurin fer sær ein morguntúr, áðrenn hann skal tjekka út á middegi. Ymiskt hendir á leiðini – m.a. steðgar ein sporvognur, og førarin biður hann koma ein túr við. Tað hevur hann tó ongar ætlanir um, men letur seg pressa, serliga av føraranum, ið stendur og sperrar alla ferðslu. Annar partur lýsir ferðina í sporvogninum og hvussu hann roynir at koma sær av aftur. Ferðafólkini eru sum runnin í stein og førarin hamskiftur. Í triðja parti steðgar sporvognurin inni í einum fjalli og øll fara húsvand av. Her skiftir turisturin tiltalunavn til Ólvar. Í fjórða parti roynir Ólvar at grava seg út og at fáa hini at gera uppreistur móti Bendixi, føraranum. Í fimta og seinasta parti eydnast tað honum at gera ein miseydnaðan uppreistur, verður fangaður, sleppur leysur og klárar at grava seg út og fara til rýmingar.

    Á endastatiónini, inni í fjallinum, fær turisturin annað tiltalunavn. Hann er ikki longur turistur. Ein ferðandi er nevniliga eyðkendur av at vera á ferð, steðga á eitt bil og fara víðari. Lesarin skilir sostatt, at tað kemur at taka tíð hjá Ólvari at koma sær vekk og út aftur í sólina. Ein av fjallabúgvunum heldur fyri, at tað er betri at vera inni í fjallinum, men Ólvar sigur: ” Her er eingin sól” (s. 91), so tað er púra greitt, at fjallið er einki blívandi stað fyri hann.

     Fjallið kann tulkast sum eitt fongsul, ein innilæstheit, har egið er avskorið frá veruleikanum og onkursvegna ikki megnar at koma sær út við egnum vilja. Í hesum førinum er tað undirlagt og kúgað av føraranum, Bendix, ið kann tulkast sum ein manipulerandi, valdmikil og dominerandi partur av persónligheitini. Bendix-síðan bendir tað sunna, ljósa og positiva niður í myrkrið og læsir tað inni. Tann glaði ferðamaðurin, ið biður góðan morgun og sum er farin út í heim at kunna seg, síggja og uppliva, missir sambandið við veruleikan og sítt sunna ”eg”. Vit, lesarin, ferðast við Ólvari, lesarin gerist turistur, og vit fylgja við hansara maktarloysi og sorg yvir sína innilæstheit og fylgja honum í, hvussu hann roynir sær at koma út. Við eini skeið byrjar hann at grava seg út, treiskur, tolin og áhaldandi. Tað er sum um sólin spakuliga sýgur hann út, gevur honum nøring og kraft. Hon er sum ein lívstráður, ið heldur honum føstum. Ein ljósgeisli, ið megnar at trongja seg inn í djúpasta myrkrið og á úlvabaki føra hann aftur heim.

    Hetta er ein søga um, hvussu hugtakandi sinnið arbeiðir. Alt í menniskjanum – og í øllum livandi – vil lív. Alt lív, hvør lítla kykna, er programmarerað til at yvirliva og lekja kropsligar og sálarligar óbalansur, ið av kendum sum ókendum orsøkum koma inn í lívið í styttri ella longri tíðarskeið. Hettar er eisini ein søga um okkara evnir sum menniskju at gerast frísk og vinna á lívshóttandi umstøðum.

   Bókin er væl skrivað, hugtakandi og gevandi. Málið er livandi og lætt. Rithøvundurin vísir eini serlig evnir at lýsa kenslulívið og einstøku kenslurnar.

Hevur eisini staðið í Dimmalætting 9. august 2011

 

 

 

Rættuliga góð pretentiøs lummaspeki

Fyrsta skaldsøgan hjá Agnari Artúvertin er ein áhugaverd bók, ið megnaði at halda meg forvitnan, og hóast tankar um lummaspeki og um at vera rithøvundur var dekan ov pretentiøsur í støðum, bukaðu alsamt harðari á mina tilvitsku, so misti eg ikki áhugan, tí bókin er faktiskt nokkso góð.

Ummæli

Niels Uni Dam, nielsuni@gmail.com

Eg kenni ikki nógv til skaldskapin hjá Agnari Artúvertin, men las eitt yrkingasavn hjá honum herfyri, og staðfesti tá, at maðurin dugir at skriva. Agnar hevur tað sum Poul F. rópti skaldagávuna, og tað er altíð eitt gott grundstøði hjá einum rithøvunda. Tí var eg eisini spentur, tá eg setti meg við Sporvogninum, ið er fyrsta egna skaldsøga ella novella (sum hann sjálvur rópar hetta),  ið royndi umsetarin og yrkjarin hevur latið úr hondum. Beinanvegin kyknaði mitt forvitni.

Árið var 1888 og sólin kom upp. Fyrstu strálurnar trongdu inn millum persiennurnar og kíndu andlitinum á turistinum, sum lá og svav í einari dupultsong uppi á fimtu hædd á Hotel Retz.”

Og hóast árstalið 1888, so uppliva vit longu tvær síður seinni, bæði barnagarðar og pedagogisk atlit, ið neyvan vóru heilt so natúrligur partur av gerandisdagnum tá. Sum lesari fekk eg kensluna av, at her ruggaði alt ikki rætt. Serliga tá hetta førdi víðari til eina fráskylda mammu, ið ger upp við sín konubukandi hjúnafelaga, eina hugnaliga kaffistovu og dampandi cappuccino, ið neyvan heldur var gerandiskostur í London í teimum døgum. Eg gjørdist forvitin.

Vit fylgja í bókini turistinum, ið vaknar í London, og spakuliga flytir seg fram ímóti onkrum, kanska lagnuni, lívinum ella sivilisatiónini. Í bókini er portrið til hetta “okkurt” lýst í skapi av einum sporvogni, sum turisturin mest sum av tilvild loypur umborð á.

Umborð komin vil hetta ikki sleppa honum, og restin av bókini, er um stríðið at sleppa burt úr tí støðu hann er komin í. Um stríðið ímóti at góðtaka støðuna, um ivan, um lokkalyndið hjá samfelaganum og kollektivu trýstingarmekanismurnar, og kanska mest av øllum um tað nærum svøku vónina, ið hann onkursvegna ongantíð ordiliga missur. Hetta er í formi ein ferð frá einari veruleikakendari søgu út í ein alt meira abstraktan heim, ið gerst ørari og ørari, hóast tú alsamt kennur teg meira og meira aftur í honum.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at eg meti, at formur í hesari bókini hevur størri týdning enn søgan. Tað er einki galið við hesum, og eg elski gjøgnumførdan form, og vit fáa allan armin. Her eru ofta lummaspekiligar hugleiðingar, bæði í tekstinum, í klombrum og í fótnótum, í so ríkiligt mát, at eg onkuntíð flenti hart. Hetta virkar pretentiøst og og enntá fjollut, men er so gjøgnuført, at eg fall fyri tí. Fótnotan á síðu 46 lýsir nokkso væl, hvat eg meini við:

kanska av vitanini um, hvussu ússalig menniskjan er í mun til fullkomnu ímyndina. Men eisini ber væl til, at tað kemur av máttmiklu ávirkanini av Svarinum, sum fær ein knappliga at uppdaga nýggj og ókend økir inni í einum sjálvum, og hetta elvir til smædni ella minnilutakenslur og vreiði við ein sjálvan”

Alvitandi forteljarin traðkar fleiri ferðir útum søguna, við viðmerkingum um bókina, so sum her:

Skal eg greiða frá, hvussu hesir báðir fangar sluppu heilt leysir? Noyðist eg veruliga at spilla tíð og orð upp á, hvussu teir reistu seg upp og hvussu stórliga bilsnir teir blivu, tá teir funnu út av, at teir væl passaðu ígjøgnum rimarnar á fuglabúrinum? (…) men heldur skal eg skunda mær at gera enda á søguni.”

Her traðkar høvundurin útum, og ger vart við sína støðu sum høvundur, argumenterar fyri, hví hann ikki skal skriva okkurt ávíst. Hetta riggar væl summstaðni í bókini. Søgugongdin er serstakliga sein, og hesi brot geva tekstinum lív. Men just í endanum kennist hetta tómt og eisini onkursvegna ov bíligt.

Tá seinasta síðan var blaðað, sat eg við kensluni av, at bókin kendist sum eitt langt forspæl – eg hevði sitið við vónini um, at útloysingin bíðaði. Men tá eg so kom til endan, so kendist tað, sum um rithøvundurin ikki tímdi at nøkta meg til fulnar, og bara gjørdi seg lidnan, sum best bar til.

Tá fyrsta øðin var runnin av mær, fall mær í hug, at endin kanska júst var ein staðfesting av, at høvundurin ikki hevði nøkur svar, annað enn, at man kann stríðast ímóti ytru umstøðunum, men at hetta hevur stórar avleiðingar fyri teg.

Sporvognurin
Novella av Agnari Artuvertin
Gwendalyn 2011
Ole Wich sniðgav og setti upp
Prentað hjá Scandinavian Book
Bókin er 102 blaðsíður og verður givin út í 100 signeraðum eintøkum.

Posted in: ummæli