Sum – ummæli

Posted on 12 August 2011

0


Samløgur – søgur frá lívinum eftir deyðan

Í 2009 kom út stutt bók eftir amerikanska heilagranskaran, David Eagleman. Bókin eitur: Sum – tales from the afterlives. Sum heitið sigur, er hetta ein bók, ið sipar til ymisk lív eftir deyðan. Bókin er eitt smásøgusavn og blaðsíðurnar telja ikki meira enn 110.

Søgurnar eru um, hvussu David Eagleman hugsar at lívið kundi sæð út eftir deyðan. Tað, sum er heldur forvitnisligt og undrunarvert við søgunum er, at sambært Eagleman er lívið eftir deyðan viðhvørt ikki stórvegis øðrvísi enn tað er, meðan tú er á lívi.

Summar søgur taka støðið í lívinum á jørðini. Eittnú er ein søga, har ein persónur vaknar um morgunin, mussar konuna og børnini, fer til arbeiðis, sær starvsfelagarnar, men tað er bara tað, at í hesum lívinum eftir deyðan, hittir hann bara fólk, hann hevur hitt meðan hann var á lívi. Øll hini eru ikki til staðar. Onnur søga er um, hvussu strævið tað er at halda kosmos við líka. Hetta kann føra til beinleiðis angist. Onkrar søgur eru eitt sindur mýtologiskar, og spæla við tankan um, at Guð verður strongdur av síni egnu uppfinning – menniskjað.

Søgurnar venda líkasum mýtologisku frásøgnini um skapanina og ymiskar mýtologiskar frágreiðingar á høvdið so at tú sum lesari situr og hugsar um, at lívið eftir deyðan eisini kundi hent inni í høvdinum á hvørjum einstakum mennikja og ikki sum ein ókend endastøð.

Allar søgurna taka støðið í teimum trúgvum og tí, vit trúgva og halda. Alt hetta mennsikjaskapta, so sum wizzard of Oz, Narcissus og prismur, spegl og broytingar av ymiskum slag, eru gjøgnumgangandi evni í bókini.

Hetta er ein ógvuliga góð og hugvekjandi bók. Tað er ikki neyðugt at vera samdur við David Eagleman. Hetta er ikki eitt granskingarúrslit, men ein bók við góðum stuttsøgum.

Í Vencli, sum kemur í heyst, kunnu lesara gleða seg til at lesa nakrar av hesum søgum á føroyskum.

Vit prenta eina her

Samløga

 

Í lívinum eftir deyðan, endurlivir tú allar tínar upplivingar, men hesa ferð eru hendingarnar blandaðar umaftur og í aðrari raðfylgju: allar løtur, ið hava felags dygdir eru bólkaðar saman.

Tú brúkar tveir mánaðir til at koyra eftir gøtuni framman fyri húsini hjá tær, sjey mánaðir til sex. Tú svevur í tredivu ár og letur ikki eyguni upp. Í fimm mánaðir út í eitt blaðar tú í bløðum, meðan tú situr á vesinum.

Tú tekur alla pínuna í einum, allar sjeyogtjúgu pínufullu tímarnar samstundis. Bein brotna. Bilar sorast, húð verður skorin, børn verða fødd. Tá ið tú er komin ígjøgnum hetta, er restin av lívinum eftir deyðan líðingaleyst.

Men hetta merkir ikki, at tað altíð er hugnaligt. Tú brúkar seks dagar at klippa negl. Fimtan mánaðir at leita eftir burturmistum lutum. Átjan mánaðir at standa í kø. Tvey ár í keðsemi: tú starir út gjøgnum eitt bussvindeyga, situr í einari floghavn. Í eitt ár lesur tú bøkur. Eyguni verkja, og tað skriðar, tí at tú ikki kann fara undir brúsuna fyrr enn tín tíð er komin at fara undir eitt tveyhundrað daga brúsumaraton. Tvær vikur brúkar tú til at undrast á, hvat hendir, tá ið tú doyrt. Ein minutt til at fata, at kroppurin dettur. Sjeyoghálvfjers tímar til hurlivasar. Ein tíma, har tú varnast, at tú hevur gloymt navnið á onkrum. Tríggjar vikur, har tú varnast, at tú er farin skeivur. Í tveir dagur lýgur tú. Í seks vikur bíðar tú eftir grønum ljósi. Í sjey vikur spýr tú. Í fjúrtan minuttir upplivir tú sanna gleði. Í tríggjar mánaðir vaskar tú klæði. Í fimtan tímar skrivar tú undir. Í tveir dagar bindur tú lissur. Í sjeyogtrýss dagar hevur tú hjartasorg. Í fimm dagar er tú vilstur. Í tríggjar dagar roknar tú drykkipengar út á matstovum. Einoghálvtrýss dagar brúkar tú til at gera av hvørji klæði tú skal lata teg í. Í níggju dagar letur tú sum um, at tú veit, hvat tosa verður um. Í tvær vikur telur tú pengar. Í átjan dagar starir tú inn í køliskápi. Tær leingist í fýraogtredivu dagar. Í seks mánaðir hyggur tú eftir lýsingum. Í fýra vikur situr tú og hugsar um tú kundi brúkt tíðina til okkurt betri. Í trý ár svølgir tú mat. Í fimm dagar dregur tú rennilás og knappar knappar. Í fimm minuttir hugsar tú um, hvussu lívið hevði verið, um tú blandaði løturnar umaftur í aðrari raðfylgju. Í hesum partinum av lívinum eftir deyðan, ímyndar tú tær okkurt samsvarandi við Jarðarlívið, og ímyndin er eydnusæl: eitt lív, har hendingar eru býttar sundir í smá petti, ið kunnu svølgjast, har løtur ikki eru varandi, har ein upplivir gleði við at leypa frá einari hending til aðra sum eitt barn, ið loypur av staði á stað á tí brennandi sandinum.

David Eagleman

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Posted in: ummæli