Invictus

Posted on 13 august 2011

0


Yrkingin “Invictus” eftir William Ernest Henley stóð í sjeynda Vencli.

Yrkingina hevur Alexandur Kristiansen týtt.

Invictus

Um náttin svørt meg hylja vil,
so anir tó mítt lívsins bál,
eg takka øllum gudum vil
alt fyri mína stældu sál.

Eg gráti ei, um lagnan slær,
og lívið er mær fátt og grátt,
og svangist alt í barmi mær,
eg beri tó mítt høvur hátt.

Tí handan hesa sorgar verð
meg ræðslan hóttir hvønn ein dag,
og hóast lívið líðing ber
eg óræddur skal liva tað.

Og um eg ikki vegin fann,
og tekti ikki mið og mál,
eg míni lagnu stýra kann:
eg skipi sjálvur míni sál.

William Ernest Henley
Alexandur Kristiansen týddi

Her lesur Alan Bates yrkingina. Yrkingin varð brúkt sum partur av lýsingarherferð hjá Union Bank of Swiitzerland.

Advertisements
Posted in: yrkingar