Okkurt svart

Posted on 13 August 2011

0


Í summarfrítíðini havi eg endurlisið yrkingasavnið Some Thing Black eftir franska yrkjaran Jacques Roubaud. Kendi amerikanski yrkjarin Rosmarie Waldrop hevur týtt savnið úr fronskum.
Kona Roubaud, Alix Cleo, var fotografur. Á seinastu blaðsíðunum í savninum, eru fotomyndir, sum Alix Cleo hevur tikið.
Jacque Roubaud  er førddur í 1932. Hann er franskur yrkjari og støddfrøðingur. Hann hoyrir til franska bókmentabólkin Oulipo (Ovroir de littérature potentielle, sum merkir á leið hetta: verkstaður fyri hugsandi/møguligar bókmentir). Hesin bólkur hevði sína stórtíð í 60 og 70 árunum, men hann er til enn. Aðrir limir í bólkinum hava verið: Raymond Queneau, Italo Calvino og George Peréc.
Sjálvur upplivdi eg Roubaud á Sorbonne í 2000, har hann las upp saman við yngri limum í Oulipo. Ikki skilji eg franskt, men upplivingin og hansara lívligi upplestur var ótrúligur at síggja.

Jacques Roubaud

Some Thing Black er eitt stórfingið, moderna savn, har kærleikin til konuna, ið doyði av krabbameini, verður lýstur í øllum hugsandi støðum og brigdum. Savnið er býtt sundur í níggju partar, har hvør partur er ein leið fram móti deyðanum hjá konuni. Yrkingarnar eru inniligar, og Roubaud lýsir ein eins inniligan kærleika til konu sína. Eisini eru yrkingar, ið lýsa, hvønn leiklut vinir hava á lívsleiðini, hvussu ljóð og litir geva lívinum innihald og hvussu vitan gevur lívinum meining og møguleika at orðbera seg. Yrkingarnar bera brá av, at vit hava við ein lærdan mann at gera. Tær eru tekniskar og støddfrøðiligar og fáast við málið á ein hátt, sum ikki er heilt vanligur. Teknlæran skínur gjøgnum hvørja yrking og svart er teknið fyri alt tað, sum hvørvur. Her verður sipað til Wittgenstein og fatanarheimspeki og viðgjørt gjøgnum orðini frá Roubaud.

Eg fari her at endurgeva eina yrking úr savninum á enskum:

Light, for example

Light, for example. black.

Panes.

Closed mouth. opens to the tongue.

Windows. chalked in rows.

Breast. farther down. the hand approaches. enters.

Spreads.

Parted lips. on knees.

A lamp, there. wet.

The eye overflowes.

Foto: Alix Cleo Roubaud

OMR

Posted in: ummæli