Vencil 10 – ummæli

Posted on 15 August 2011

0


Bergur Djurhuus Hansen ummælir Vencil 10.

Nýtt og gott gamalt

Vencil nr. 10 er áhugaverdur, men ikki ruddiligur  
Latið okkum taka (næstan) alt tað áhugaverda fyrst. Umleið ein fjórðingur av nýggja Vencili er vígdur danska yrkjaranum Willum Peder Trellund, sum andaðist í 2006. Trellund man vera mongum ókendur, men bæði sum persónur og sum yrkjari var hann serligur. Hann hevði ongar hendur (á høgra armi ein krók, á vinstra armi eina hond úr plasti), hann hevði eitt egið, torgreitt sinnalag, og honum dámdi best at sita í skýmligum ølstovum og práta og syngja. Sum yrkjari líktist hann avgjørt burturúr, fleiri hildu hann vera alt ov kenslubornan til okkara refleksivu tíð (ov nógvur patos í yrkinginum), og hann fekk yvirhøvur lítla almenna umrøðu. Móti lívsenda ognaðist honum tó eitt slag av kult-status í listarliga umhvørvinum í Keypmannahavn, og eftir at hann var deyður, 62-ára gamal, var m.a. minningarhald í Galopperiet á Christiania.
Ragnar M. Egholm, sum býr í Keypmannahavn og kendi Trellund, hevur týtt trettan av yrkingum hansara, og tað er hann komin væl frá.
Í yrkingunum er ein dapur grundtóni. Verða einstøk brot tikin úr, kunnu tey benda á eitt heldur stórorðað myndamál, t.d. “Sum ein dropi slettur inn í himinin stendur sólin fjar og blóðug”, men yrkingarnar eru í síni heild eins og hugfangandi søgur um innilæsta megi, svik og ótta.
Umframt týðingarnar hevur Ragnar M. Egholm skrivað stuttan tekst um Trellund. Teksturin hevur fingið heitið ritroynd, men er meiri at rokna sum ein góð, persónlig lýsing av yrkjaranum.

Býur, søga og skaldskapur
Gunnar Hoydal hevur skrivað ritroynd um at kenna seg sjálvan og heimin gjøgnum søgur. Um at vera eins egna søga og samstundis partur av søgunum hjá øðrum, og um at byggja hús og brýr eins og var tað skaldskapur og øvugt: “tann livandi býurin átti at verið sum tann góði skaldskapurin”. Útgangsstøðið er Havnin, men úr Havnini ganga træðrir út í heim. Huglagið er undrandi, við vilja eitt sindur barnsligt, og orðingarnar eru sjáldsama neyvar – einstøku brotini eru sum góðar, avrundaðar smásøgur í einari endaleysari søgu.

Goethe og stuttsøgan
Fyri umleið 200 árum síðan gjørdi Goethe av at skriva eina stuttsøgu, sum í sær sjálvum –  t.v.s. í hendingagongd, persónslýsingum og bygnaði – skuldi siga, hvat ein stuttsøga er. Á týskum eitur stuttsøga sum kunnugt “Novelle”, og hetta gjørdist tí heitið á søguni, sum kom á prent í 1828. Goethe doyði stutt eftir, í 1832, og “Novelle” hevur verið og er framvegis umstríddur tekstur, tí hvørja ætlan hevði Goethe í grundini? Er veruliga talan um stuttsøgu, líkist søgan á nakran hátt øðrum stuttsøgum? Óvanliga hugtakandi er ”Novelle” í hvussu er, og nú hava vit fingið hana í føroyskari týðing eftir Símun av Skarði.
Kanska hevur týðingin verið tungur burður, onkrar orðingar eru nóg so treystar, men týski upprunateksturin er eisini sjáldsama kringlutur. Í einstøkum førum er týðingin tó ikki nóg neyv, t.d. manglar eitt “framvegis” ella eitt “enn” í fyrstu reglu (“noch in der Frühe”). Í øðrum førum er tað sum um smá orð vil vilja eru slept, men tað hevur kanska verið neyðugt fyri at fáa týdda tekstin greiðan, og samanumtikið má tað sigast at vera einki minni enn eitt bragd, at hesin klassikarin nú finst á góðum føroyskum. Heitið á søguni er tó ikki týtt, ”Novelle” eitur eisini á føroyskum ”Novelle”, og tað er klókt, tí týskarar og bókmentafólk yvirhøvur knýta ein serligan týdning at hesum heiti – ein týsk ”Novelle” er ikki tað sama sum ein amerikonsk ”short story”, og tað, sum á føroyskum eitur stuttsøga, kann vera so mangt.

 Yrkingar
Í yrkingum eftir Katrina Óttarsdóttir verður ein tilvera í ótta og friðloysi lýst úr sjónarhorninum á einum barni: “sjálvmorðið luktar sum bara/ein mamma kann lukta”. Katrin Óttarsdóttir er serliga kend sum filmsleikstjóri, men hesar yrkingar hennara eru hjartanemandi og sita væl.
Katrin Reinert, sum fyri stuttum gav út savnið “Kringvindar”, hevur skrivað tvær rættiliga ymiskar yrkingar um at vera kvinna komin um miðjan aldur. Onnur av hesum er eitt vakurt dømi um einfalda og lívsklóka hóvsemi í hennara skaldskapi (eitt slag av stoicismu).Yrkingin eitur “Tvarrastreymur” og endar soleiðis:

Liggja har úti lond
eg áður enn ikki sá
Árin er til moldar gingin
byrur gongur aðra leið

Aleksandur Kristiansen hevur týtt kendu yrkingina “The Hollow Men” eftir T.S. Eliot (við endaorðunum “This is the way the world ends/not with a bang but a whimper”). Aleksandur Kristiansen er bæði góður yrkjari og týðari, og við hvørt yrkir og týðir hann í senn, men tað er ongantíð so, at strongurin og megin í tí týdda hvørvur.
Heðin M. Klein hevur skrivað eina toygda ekfrasu um heystframsýningina í 2010. Leitað verður aftur í tíð, út í náttúruna og inn í litirnar og listina. Yrkingin er kanska ein tann besta frá hansara hond í fleiri ár.

Óruddilig styrki
Annað mangt er í Vencili, m.a. hevur Tina K. Jakobsen skrivað eina yrking um gongir, sum “teska”, og Guðrið Helmsdal Nielsen hevur skrivað ørstuttar, haiku-kendar yrkingar um ljós, vætu og vøkstur. Serliga yrkingin “Hjálpirót” festir seg.
Ritstjórarnir báðir, Oddfríður M. Rasmussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð, eru eisini umboðaðir – hetta er næstan vorðin ein afturvendandi Hitchcocksk effekt (ein “cameo appearence”), men tað er samstundis heiður og æru vert, tí báðir lata úr hondum dyggar tekstir og syrgja fyri, at innihaldið í Vencili er fjøllbroytt. Oddfríður hevur tvær yrkingar og eina týðing við, og Arnbjørn hevur gjørt permuna (ein fín tilsiping til hendingarnar í “Novelle”).
Men Vencil nr. 10 kann tykjast eitt sindur óruddiligur við t.d. sera nógvum yrkingum eftir ein yrkjara, bert einstakari yrking eftir ein annan, við sera gomlum tekstum og heilt nýggjum tekstum, við royndum og óroyndum høvundum, við týddum og upprunaligum tekstum – og alt hvørt um annað, næstan bóltandi. Í tí óruddiliga er kanska ein frísklig styrki, men hví ikki royna nakrar evnisútgávur?

Posted in: ummæli