Kringvindar

Posted on 20 August 2011

1


Fyri stuttari tíð síðani, debuteraði Katrin Reinert sum yrkjari við yrkingasavninum Kringvindar. Tá ið eg sigi, at hon debuteraði, so er tað ikki heilt rætt. Fleiri av yrkingunum, sum standa í debutsavninum, hava staðið á prenti í Venclum.
Fyri ikki so langari tíð síðani ummældi eg yrkingasavnið Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongini eftir Sissal Kampmann. Hesar báðar eru tveir yrkjarar úr rúgvuni av yrkjarum, ið hava brúkt Vencli og ritstjórn hans sum spælipláss til sínar yrkingar. Meiningin við Vencli er millum annað, at høvundar kunnu fáa ráðgeving og sleppa at royna seg við yrkingum, og harvið sleppa undan at geva út eitt heilt yrkingasavn á einum forlagi, sum onga fíggjarlig orka hevur til ráðgeving burturav. Tað er tíanverri alt ov ofta, at yrkingasøvn koma út, har ráðgeving manglar ella ikki er til staðar. Eg veit, at forløg ikki hava nakra fíggjarorku, men tey áttu at sett pening av til henda týðandi partin av forlagsvirkseminum. Tað hevði borið frukt seinni.

Kringvindar er ikki eitt drúgt savn. Ikki rúgvar tað nógv upp á bókahillini. Í savninum eru 22 yrkingar prentaðar á 32 blaðsíður. Tá ið tað er sagt, er onki at ivast í, at Kringvindar er eitt virðiligt debutsavn. Ikki er lætt at geva út sítt fyrsta savn, tað er vist. Tað stendur sum ein byrjan til skaldskaparvegin, ið viðkomandi yrkjari treður. Nógvir yrkjarar broytast á leiðini, men onkur bókmentafrøðingur vil vera við, at vit yrkjarar skriva ymisk brigdi av somu yrking í øllum søvnum, vit geva út. Kanska er tað so í nógvum førum, men eitt er vist, at debutsavnið hjá einum høvundi hevur nógv at siga fyri, hvussu framtíðarsøvn hansara fara at verða lisin.

Debutsavnið eftir Katrina Reinert er eitt virðiligt klípi til ein framtíðar skaldskaparvarða. Katrin hevur eitt gott mál og eina rútmu, sum fær ein at dansa gjøgnum tær mest dapru reglurnar. Sjáldsamt er at lesa ein yrkjara, sum hevur so góðu rútmu í orðum og setningum. Carl Jóhan Jensen er ein teirra, ið dyrkar hetta, men í nútímans útgávum við yrkingum, eru ikki nógv skøld, sum arbeiða við versfótum á sama hátt sum Katrin. Hóast yrkingarnar ikki ríma ella á annan hátt hella at einari hevdbundnari yrkingasiðvenju, so eru tær tættar og strammar í bygnaðinum eins á hevdbundin skaldskapur á bundnum máli er. Í støðum bera mynberingarnar brá av romantikki. Serliga yrkingin “Jóansøka”. Fyrsta regla í triðja ørindi er soljóðandi: Líðandi løkur glíður smidliga sum állur

Málið, Katrin skrivar, er frískligt. Hon hevur eitt flott mál. Myndberingarnar verða klæddar í prúðasta skrúð. Týðum brúkar hon eldri orð at lýsa vanlig, nýggj fyribrigdi.
Hetta er ikki eitt savn, har tú sleppur lætt. Tú verður noyddur at rekja upp myndir, noyddur at kanna orð í orðabók, og alt hetta er tað, sum ger hetta lítla savnið til okkurt stórt.
Yrkingin “Várlig haiku” er ógvuliga vøkur. Hon er sett saman av trimum haikum. Hvørt haiku byrjar við leskiligu fimmstavilsisorðunum: “Snjórósuflykrur”, “Hvørvikavadís” og “Várflykrufuglar”. Hetta ber boð um ein yrkjara, sum hevur tamarhald á málinum og sum við lýriskum yvirskoti, eggjar lesaranum til at tyggja orðini væl, áðrenn tey kunnu svølgjast.

Onki savn er fullgjørt. Soleiðis er tað bara. Eg haldi, at Katrin kundi verið eitt sindur meir avgjørd, tá ið hon setir tekn. Eg dugi ikki at síggja, hví teknsetingin ikki kann fylgja reglunum, tá ið málið er so framúr gott.
Eisini kundu yrkingarnar “Dragandi hæddir”, “Svongd” og “Sólarmóður” áttu at verði styttar eitt sindur.

Savnið Eitur Kringvindar og inni í framklaffanum stendur skrivað: eingin byrjan, eingin endi. Hetta eyðkenni, sum hesir endaleysu kringvindar hava við sær, eru vónandi ein ábending um, at Katrin Reinert ætlar at ríka okkum við fleiri søvnum av hesum slagi. Áðurnevnda brot, er tikið úr heitisyrkingini “Kringvindar”. Eg fari at loyva mær at prenta alla yrkingina her, tí at eg haldi, at henda yrkingin átti at verði brúkt fæst í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum og í miðnámi eisini. Í savninum er yrkingin sett upp í ein kassa, ið er skapaður sum eitt K. Eg haldi ikki, at tað er neyðugt. Yrkingin er skapað sum eitt K.

Kringvindar

Ferðast mannabørn í ævinleikanum
dunsla sær ørin í tíðarleysum lofti
smá hagasóljfræ, løtt sum fon,
borin av vestanvindinum
kring allan knøttin
detta niður og spjaðast á fold
dvølja eitt bil í fruktargóðum holdi
floyggja sær so aftur – eingin byrjan
eingin endi – bert aðrar fonfrægar ættir

Ummæli: OMR

Kringvindar, 32 blaðsíður
Katrin Reinert
Mentanargrunnur Studentafelagsins, 2011
Perma: ?
Kostanður: 98 krónur.

 

Posted in: ummæli