Vikuyrkingin – Ewa Lipska

Posted on 23 August 2011

0


Vit fara í framtíðini at leggja út á heimasíðuna ein yrking um vikuna. Vikuyrkingin fer ikki altíð at standa á føroyskum. Onkur fer at standa á øðrum málum.

Fyrsta yrkingin er eftir Ewa Lipska og er hon pólskur yrkjari. Hon er fødd í 1945. Hon hoyrir til nýggju bylgjuna av yrkjarum í Póllandi. Fyrsta savn hennara kom út í 1967.

Ein boðskapur

At skriva soleiðis at ein armingi
kundi trúð at talan var um pengar

Og tey ið liggja fyri deyðanum
at føðingardagur er

Oddfríður Marni Rasmussen týddi úr donskum

Posted in: yrkingar