Á apukattaslóðum

Posted on 27 august 2011

0


Eyðun Johannesen


 

Lívið er løtur, heilsa abba tínum!

Soleiðis segði Jens Dam Jacobsen við Eyðun Johannessen (við tveimum n-um og tveimum s-um), tá ið Eyðun var smádrongur.
Fríggjakvøldið stóð Eyðun Johannessen einsamallur á pallinum í Tjóðleikhúsi okkara og segði frá lívi sínum. The grand old man innan føroyska leiklist, og maðurin, ið hevur verið við til at ment leiklistina til ein vinnuveg hjá hesum djørvu fólkunum, sum hava nomið sær útbúgvingar innan sjónleikarayrkið, og sum virka undir arbeiðstreytum og arbeiðskorum, sum ongin annar samfelagsbólkur hevði tímað at virka undir. Einmansfrásøgnin eftir og við Eyðuni Johannesen kallast: Eitt lív sum apukattur.

 

Pallurin
Á pallinum stóðu ikki nógvir leikgripir. Ein leikstjórastólur, tvey stativ, einir fermingaskógvar, eitt runt borð og eitt flipover, har Eyðun hevði teknað á býlingin, hann vaks upp. Hetta var pallurin. Einfalt og neyðugt.

 

Fróðarmaðurin Eyðun
“Einusinni var tað ein …”. Við hesum ævintýriligu byrjunarorðum fór søgan hjá Eyðuni í gongd. Við yvirskriftini hjá Marvel Proust: Á slóðum av farnari tíð, bar Eyðun meg inn í sín heim, har veruleikin, soleiðis sum Eyðun valdi at sansa hann, varð fortaldur við slíkum yvirskoti og sannføring, at sannleikin sum faktum hvarv og sannleikin hjá Eyðuni var einasti áhugaverdi sannleikin, teir tríggjar tímarnar, eg sansaði løturnar í lívinum hjá Eyðuni Johannessen.
Frásøgnin var ein tráður, reyður var hann í støðum, frá føðing til dagin í dag. Barnaárini hjá Eyðuni í rabarbukvarterinum í Havnini vóru rík. Í hesum lívliga barnarúmi, myndaðist hugaheimurin og alskurin til skaldaheimar av ymsum slag, og sambært Eyðuni, er hvørt menniskja sín egni skaldaheimur. Ikki bara leiklistin sum skaldskapur, men eisini yrkingar og skaldsøgur, og ikki minst øll skøldini í Føroyum.
Tilvildin varð allatíðina løgd inn í frásøgnina. Tilvidin vildi tað soleiðis og soleiðis. Sambært veruleikanum hjá Eyðuni, hevur tilvildin leikstjórna lívi hansara við undarligum og undursomum løtum og upplivingum. At sansa Eyðun á pallinum, tulkandi sínar egnu løtur í lívinum, var ein stórfingin løta – ein ærlig løta, har óborðbærar søgur eisini koma fram. Hesar søgur vóru tó ikki um navnkend fólk, men meira um hugburðin og tvílyndið í tí snævurskygda føroyinginum. “At spæla sjónleik er ikki eitt starv. Tað er at spæla apukatt. Tú kann ikki liva av at spæla apukatt,” og so framvegis. Nógv hava sama hugburð enn, og kanska er tað tí, at vit ikki enn hava fingið ein veruligan Tjóðpall?

 

Gamalvísur
Eg hevði ein lærara á rithøvundaskúlanum, ið samlaði uppá yrkingar eftir aldrandi skøld, og eg minnist, tá ið eg vísti honum yrkingarnar í sanvinum Úr sjón og úr minni (1978) eftir Christian Matras, stóð hann málleysur. Tað er ein ávísur vísdómur í slíkum gamlamannaskaldskapi, sum ikki hevur hevd í nøkrum niðurskirvaðum heimspekiligum verki, men sum grør úr slóðum, ið viðkomandi hevur lagt eftir seg. Slíkur gamalvísdómur skein ígjøgnum frásøgnirnar, ið Eyðun bar fram. Ein persónlig grundan um, hvussu lívið hevur spælt sín leik við Eyðuni sum høvuðsleikara. Teir flestu persónarnir, ið hava givið Eyðuni sín persónliga grundvøll, eru persónar úr tí umhvørvi, hann vaks upp í. So segði hann maðurin: “allir originalarnir í Havn”. Allir persónar Eyðun hevur møtt, hava verið viðleikarar í lívi hansara. Nógvir vórðu nevndir. Væl dámdi mær, tá ið Eyðun greiddi frá um Rikard Long, ið fekk næmingarnar at fara heim at týða “Wandrers Nachthlied” eftir Goethe, og Rikard segði teimum, at yrkingin longu fanst á okkara fagra móðurmáli. So endurgav Eyðun “Náttarfriður”, í týðing eftir Janus Djurhuus:

 

Náttarfriður
Yvir hvørjum tindi
er ró,
av nøkrum vindi
valla ljóð
villist um vøll.
Blikurin blundar á sundi –
burtur í blundi
berast vit øll.

 

“Burtur í blundi / berast vit øll.” Av pallinum skulu vit øll einaferð. Men skaldaheimarnir halda fram við at liva í hvørjum einstakum okkara. Søgur fara altíð at verða sagdar og onkur fer altíð at lurta eftir, hvussu lívið hevur verið hjá øðrum enn tær sjálvum. Vit seta okkum sjálv í samband við søgurnar, sum verða sagdur okkum. Síðani kunnu vit meta um, hvussu okkara egna lív hevur hepnast sammet við frásøgumansins. Er okkara lív ikki á hædd, íðan, so kunnu vit altíð flíggja í skaldaheimin í hugflogið og prýða eitt sindur um veruleikan, men tað krevur ein góðan frásøgumann at prýða um sannleikan. Og í Eyðuni Johannesen býr ein slíkur frásøgumaður. Eyðun Johannesen segði okkum góðar søgur, sigandi søgur, (ó)sannar søgur, (ó)veruligar søgur um lív sít – eitt ríkt lív, sum hevur lagt sínar týðilig slóðir eftir seg í samfelagnum og øllum føroyingum at gagni.

 

 

omr

Advertisements
Posted in: ummæli