Browsing All Posts published on »september, 2011«

Vikuyrkingin

september 24, 2011

0

David Herbert Lawrence er kendur sum skaldsøguhøvundur, ritroyndarhøvundur, stuttsøguhøvundur og yrkjari. Hann varð føddur í Eastwood í Nothinghamshire í Onglandi í 1885 og doyði í Vence í Fraklandi av tuberklum í 1930. Hóast hann er mest kendur sum skaldsøguhøvundur, var fyrsta bók hansara yrkingasavn. Veking hansara av tí natúrliga hevur havt stóra ávirkan á skøld […]

Og Emman fór til …

september 22, 2011

0

Til haldið í dag, vónaði eg, at Sissal Kampmann, henda nýggja og egna røddin í føroyska bókmentaheiminum fór at fáa M. A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 2011, men so varð ikki. Ongin fekk henda heiðurin í 2011. Vónandi verða pengarnir,  sum ikki vórðu handaðar í dag, brúktir til bókmentir. Hinvegin kunnu vit í ritstórn Vencils fegnast um, […]

Og Emman fer til?

september 17, 2011

0

Hósdagin komandi er aftur tíð til at handa onkrari góðari bók M.A. Jacobsen. Nógv hava fyri at gita, hvør í ár mann fara at fáa tann gylta heiðurin at leggjast afturat teimum mongu, sum hava fingið M. A. Jacobsen. Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2009 og fýra ár fram eru Rigmor Dam, Erling Isholm […]

M. A. Jacobsen

september 16, 2011

0

  Hósdagin 22. september 2011, kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn. Nevnast kann, at landsins einastu bókmentavirðislønir verða latnar av Tórshavnar kommunu, so stórur áhugi er fyri hesari hending. Tilsamans tríggjar virðislønir verða latnar í ár. Tvær virðislønir verða latnar […]

Vikuyrkingar

september 15, 2011

0

Í sambandi við, at føroyingar skulu velja okkurt at sita á danatingi, halda vit á venclaredaktiónin, at tað hevði hóskað seg at lagt út nakrar beinraknar yrkingar eftir góða, gamla Poul F Joensen. Hesar fáar perlur úr perluraðnum av yrkingum, ið liggja eftir Poul F, vóna vit kunnu geva lesaranum okkurt at hugsa um. Demokratisk […]

Gunnar 70 ár

september 12, 2011

0

Gunnar Hoydal 70 ár Tá ið tú ringir til Gunnar og skal tosa við hann, ræður um at viga sær orðini og siga tað, sum sigast skal sum skjótast. Ein long telefonsamrøða við Gunnar varir í tveir minuttir. Ein stutt samrøða í ein hálvan minutt. Ikki kemur nógv annað frá honum enn eitt hissini: “Hm […]

11. september

september 10, 2011

0

11. september fyri 10 árum síðani flugu fýra flogfør inn í loftrúmið í USA. Hesi fýra flogfør skuldu broyta søguskriving og heimin til tað, sum hendi eftir 11. spetember 2001 og tað, sum hendi áðrenn 11. spetember 2001. Summar dagfestingar sita eftir í minninum. Øll, ið upplivdu dagin, tá ið John F. Kennedy varð skotin, […]

Kvøldseta fyri Gunnari Hoydal

september 7, 2011

0

Kvøldseta fyri Gunnari Hoydal Mánakvøldið, 12. september kl. 19 verður kvøldseta á Føroya Landsbókasavni á 70 ára føðingardegnum hjá Gunnari Hoydal. Gunnar er ein av okkara mætastu rithøvundum. Hann hevur skrivað skaldsøgur, greinir, ferðafrásagnir, ummæli, viðmerkingar,  skrivað sangir og yrkt. Hann er eisini ein av okkara fermastu at týða útlendskar bókmentir til føroyskt. Gunnar hevur […]

Enski Vencilin er komin

september 6, 2011

0

  Enskur Vencil er komin Nú Vencil hevur fimm ár og tíggju útgávur á baki, hevur ritstjórn Vencils í longri tíð fingist við at fáa týtt nakrar av teimum bestu tekstunum til enskt. Vit í ritstjórnini eru vísir í, at hesir tekstir hava gott av at koma út til ein lesaraskara, ið ikki eru so […]

Ongi mentanartíðindi eru góð mentanartíðindi!

september 3, 2011

0

Sum skilst á Listablogginum, so hevur leiðslan og nevndin í Kringvarpinum skorið burtur mentanarsendingina Reflektión, ið hevur verið send í sjónvarpinum seinasta árið. Tað undrar meg ikki, tí, at tá ið um mentanarsendingar í KVF ræður, so tykist herrópið at vera: ongi mentanartíðindi eru góð mentanartíðindi. Hvør er grundgevingin hjá KVF ikki at senda Reflektión […]