Ongi mentanartíðindi eru góð mentanartíðindi!

Posted on 3 september 2011

0


Sum skilst á Listablogginum, so hevur leiðslan og nevndin í Kringvarpinum skorið burtur mentanarsendingina Reflektión, ið hevur verið send í sjónvarpinum seinasta árið. Tað undrar meg ikki, tí, at tá ið um mentanarsendingar í KVF ræður, so tykist herrópið at vera: ongi mentanartíðindi eru góð mentanartíðindi. Hvør er grundgevingin hjá KVF ikki at senda Reflektión aftur? Er tað tí, at ein nýggj sending skal koma í staðin? Ella er grundin, at ongin mentanarsending skal gerast í KVF, sum hevur eitt sindur av biti í? Skulu vit bara hoyra ein tøkning siga: “Vit hava hoyrt … og nú fara vit at hoyra …”? Ella sendingar, har onkur í sínum gerandiseinsemi ringir til ein telefonsvarara og ynskir sær eitt lag? Slíkar virðisleysar sendingar verða ikki prioriteraðar burtur. Tær jabba og mjóma ár um ár, meðan góðar mentannarsendingarnar sjáldan liva meir enn eitt ár, so skifta tær antin hamin, vertin ella hvørva tær av supputunnu kringvarpsskránni.

Vit eru nøkur, sum halda, at mentanarsendingar av tí slagnum, sum veruliga grava eitt sindur niður um svørðin, eru gull verdar fyri samfelagið og fyri føroyska siðmentan. Tað tykist so, at stýrið og stjórin í Kringvarpinum hava eina aðra fatan – eina fatan, sum er í beinleiðis stríð við public service sáttmálan, sum Kringvarpið SKAL (royna at) halda.

Eg kann her koma við einum uppskoti um, hvussu KVF kann spara nakrar pengar, sum kunnu fara til at gera góðar mentannarsendingar um listina, ið verður dyrkað her á landi. Í KVF eru tvær tíðindadeildir. Hendir okkurt í Tinginum ella aðrastaðni, fara menn og kvinnur frá báðum tíðindadeildunum á staðið og gera sama innslag – annað til eyguni og hitt til oyruni. Er tað neyðugt at hava tvær tíðindadeildir við knøppum 25 tíðindafólkum, sum gera dupultarbeiði. Hví ikki hava eina tíðindadeild fyri SVF og ÚF, sum samstarvar og fer í dýpdina á samfelagsevnum, og sum vísa, at hesi arbeiða saman. Eg haldi ikki, at leiðslan og stýrið hevur gjørt sær greitt, at sjónvarp kann okkurt, sum útvarp ikki kann og øvugt.
Sendingin í DR, ið eitur Deadline er ein sending, sum KVF átti at hugt nærri eftir. Har hava tey eina góða tíðindasending sjónvarpinum, ið viðger eitt evni, sum er upp í tíðini. Tá ið sendingin er liðug verður farið í dýpdina í evninum í útvarpinum. Soleiðis gongur sjónvarp og útvarp hond í hond.
Ein mentanarsending eftir slíkum leisti, hevði verið ótrúliga gagnlig fyri mentanarupplýsingina og public service skyldurnar hjá Kringvarpi Føroya.

Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut sum miðlari og skapari av føroyskari mentan. Stovnurin hevur somuleiðis stóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á samfelagsviðurskifti og elvir til kjak. Fyri at tryggja, at Kringvarp Føroya røkir raðfestar public service-skyldur, gera Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya henda sáttmála.

Soleiðis stendur skrivað á heimasíðu Kringvarpsins, men í verki dugi eg ikki at síggja, at hesin sáttmáli millum Mentamálaráðið og Kringvarpið verður hildin. Eg veit, at onkur sigur: “Íðan, vit gera onkra mentanarsending.” So er, men hvørja ferð vetrarskráin byrjar, verður kjakað um, hví ongin mentanarsending kemur í vetur. Ætla Kringvarpið og Mentamálaráðið at halda sína skyldu mótvegis tí partinum av Føroya fólki, sum dámar at síggja listina verða dyrkaða millum menniskju, so fáa vit eina góða mentanarsending eisini hetta kringvarpsárið.

omr

Advertisements
Posted in: ikki bólkað