Enski Vencilin er komin

Posted on 6 September 2011

0


 

Enskur Vencil er komin

Nú Vencil hevur fimm ár og tíggju útgávur á baki, hevur ritstjórn Vencils í longri tíð fingist við at fáa týtt nakrar av teimum bestu tekstunum til enskt. Vit í ritstjórnini eru vísir í, at hesir tekstir hava gott av at koma út til ein lesaraskara, ið ikki eru so væl staddur, at hann dugir føroyskt.

Tey, sum hava skrivað til Vencil hesi fimm árini, hann hevur verið millum okkum, eru tey, sum mynda nýggjan føroyskan skaldskap á føroyskum, og hetta metir ritstjórnin, í samráð við Vencil, at heimurin ikki kann liva uttan. Týdda tilfarið er tikið úr teimum fyrstu níggju numrunum av Vencli. Marita Thomsen hevur týtt allar tekstirnar til enskt uttan ein, ið Kate Sanderson hevur týtt.

Í enska Venclinum eru stuttsøgur eftir Hanus Kamban, Anniku Skaalum, Ludvík Breckmann, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Agnar Artúvertin, Mortan A. Østerø, Sámal Soll, Oddfríð Marna Rasmussen, Sólrúna Michelsen og Turid Thomsen. Eisini eru yrkingar eftir Katrina Reinert, Sissal Kampmann, Tórodd Poulsen, Kjartan Hansen, Bárð Persson, Róa Patursson, Tummas Nicoláa Arge, Vagn Streymoy, Carl Jóhan Jensen, Rannvá Skeel Johannesen, Randi Ward, Maluna Poulsen, Heðin M. Klein, Alexandur Kristiansen, Berg Rønne Moberg og Kim Simonsen.

Her sæst, at við í enska Venclinum eru bæði royndir høvundar og høvundar, ið hava debuterað í Vencli.

Enskli Vencilin verður ikki sendur til haldararnar, men er onkur, sum vil eiga enska Vencilin, ber til at keypa hann í bókabúðunum ella at senda Vencli ein teldupost á vencil@vencil.fo, so syrgja vit fyri, at hann verður sendur á rætta stað.

Permuna til henda enska Vencilin hevur listamaðurin Hanni Bjartalíð gjørt, við støði í tekstum í útgávuni. Tey bæði Fríða og Jan á Steinprenti hava prenta permuna.

Posted in: tíðindaskriv