Kvøldseta fyri Gunnari Hoydal

Posted on 7 september 2011

0


Kvøldseta fyri Gunnari Hoydal PDF Print E-mail
Mánakvøldið, 12. september kl. 19 verður kvøldseta á Føroya Landsbókasavni á 70 ára føðingardegnum hjá Gunnari Hoydal.

Gunnar er ein av okkara mætastu rithøvundum. Hann hevur skrivað skaldsøgur, greinir, ferðafrásagnir, ummæli, viðmerkingar,  skrivað sangir og yrkt. Hann er eisini ein av okkara fermastu at týða útlendskar bókmentir til føroyskt. Gunnar hevur umframt at vera ótroyttiligur forsprákari fyri føroyskt mentanarvirksemi eisini gingið undan í felagsarbeiði í føroyskum mentanarlívi. Til dømis var hann formaður í Rithøvundafelagum 1981-1986 og aftur 1998-2004, stovnari og fyrsti formaður í Listafólkasambandinum, LISA, 1982-1988, limur í Mentunargrunni Løgtingsins 1984-1988, í ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið 1983-1993 og formaður í Fjølriti 1986-1994.
Gunnar hevur eisini verið virkin sum ritstjóri og var í ritstjórnini á tíðarritinum Framanum 1963-1969, formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins 1969-1972 og ritstjóri Varðans 1977-1981.

Nú mánakvøldið, 12. september kl. 19 á 70 ára føðingardegnum skipa Føroya Landsbókasavn og Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri kvøldsetu á Landsbóksavninum við talum, sangi, framsýning av handritum og bókum og framløgu og umrøðu av nýggjari útgávu í týðing eftir Gunnar Hoydal.
Á kvøldsetuni fara Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, Jonhard Mikkelsen, lærari og útgevari, at greiða frá um skaldskapin hjá Gunnari. Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags, leggur fram nýggja útgávu av týðingini hjá Gunnari av klassikaranum Huckleberry Finn eftir Mark Twain og sigur nøkur orð um Gunnar sum týðara, og Jette Hoydal, studentaskúlalærari, umrøður skaldsøguna Huckleberry Finn og rithøvundan Mark Twain.
Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Bernharður Wilkinson og Unn Paturson saman við tónleikarum fara at syngja sangir, sum Gunnar hevur gjørt orð til. Eisini syngur Lena Andersen.
Í steðginum miðskeiðis í kvøldsetuni verður borðreitt við drekka, køkum og frukt.

Kvøldsetan er almenn, og øll eru vælkomin.

Advertisements
Posted in: ikki bólkað