11. september

Posted on 10 September 2011

0


11. september fyri 10 árum síðani flugu fýra flogfør inn í loftrúmið í USA. Hesi fýra flogfør skuldu broyta søguskriving og heimin til tað, sum hendi eftir 11. spetember 2001 og tað, sum hendi áðrenn 11. spetember 2001.

Summar dagfestingar sita eftir í minninum. Øll, ið upplivdu dagin, tá ið John F. Kennedy varð skotin, minnast, hvar tey vóru og hvat tey gjørdu. Sama er galdandi fyri deyða Elvisar, Lady Dianu og 11. semtember 2001, tá ið terrorisman av álvara gjørdist ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá nógvum og heimurin ikki longur varð býttur sundur eystur og vestur.

Í fjórða nummari av Vencli prentaðu við yrkingina “11. september” eftir Anniku Skaalum. Í sambandi við 10 ára dagin í morgin, leggja vit hesa yrkingina út.

11. september

Annika Skaalum

Posted in: yrkingar