Vikuyrkingar

Posted on 15 September 2011

0


Poul Frederik Joensen

Í sambandi við, at føroyingar skulu velja okkurt at sita á danatingi, halda vit á venclaredaktiónin, at tað hevði hóskað seg at lagt út nakrar beinraknar yrkingar eftir góða, gamla Poul F Joensen. Hesar fáar perlur úr perluraðnum av yrkingum, ið liggja eftir Poul F, vóna vit kunnu geva lesaranum okkurt at hugsa um.

Demokratisk samfelagsskipan

Mong ónytta kemur til valdi tó,
sum onki veit ella kann,
av gyltum lyftum ella faðir sins pengum,
og í somu tuflum, sum hann,
sum ei hevur heila til gásadrong,
men kann veljast til løgtingsmann.

Føroyar fremst

Sum hugsandi mentaður føroyingur eg
veit mein og vil Føroyalands frama,
men illa roynst hava flokkar og menn,
hvørs mið segðist vera tað sama.

Samfelagið

Várt samfelag er eitt dráma
við eitrandi háð og spott.
Har frekastu feitastan bitan
fáa, men aldri nokk.

Og alt er samanvovið
av sjálvgóðsku, svik og sorg
og pátrúgv, og heilagir skálkar
valda í hvørjari borg.

Sambandspolitikkarin

Er soðið tunt, koyr missiónsbollar í,
so slúkar fjøldin, tað kann ikki feila,
tí hon hevur runu, hann gólvsóp til heila
øld eftir øld.

Lyndi og lagna

Flestu funnu forløg tung,
fæstu eydnu blíða. –
Ongin kann, á foldum føddur,
frá lyndi og lagnu ríða.

Posted in: yrkingar