Og Emman fer til?

Posted on 17 september 2011

0


Hósdagin komandi er aftur tíð til at handa onkrari góðari bók M.A. Jacobsen. Nógv hava fyri at gita, hvør í ár mann fara at fáa tann gylta heiðurin at leggjast afturat teimum mongu, sum hava fingið M. A. Jacobsen.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2009 og fýra ár fram eru Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen vald av býráðnum. Hini eru Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin Svend Højgaard.

Hesi eru tey, ið velja, hvør høvundur og verk hansara skal fáa ein kekk á 40.000 skattafríar krónur. Hjá einum høvundi kemur hetta vælr við.

Hyggja vit eftir yrkingunum, sum eru komnar út í ár, so meti eg, at har í øllum førum er ein, ið hevur uppiborið eina virðisløn. Skal eg gita, so meti eg, at Sissal Kampmann og yrkingasavn hennara: Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongini, ið forlagið Eksil læt úr hondum í ár, hevur ein ógvuliga góðan møguleika. Savnið varð ummælt á heimasíðuni her:

Ummæli: Sissal Kampmann

Advertisements