Og Emman fór til …

Posted on 22 September 2011

0


Til haldið í dag, vónaði eg, at Sissal Kampmann, henda nýggja og egna røddin í føroyska bókmentaheiminum fór at fáa M. A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 2011, men so varð ikki. Ongin fekk henda heiðurin í 2011. Vónandi verða pengarnir,  sum ikki vórðu handaðar í dag, brúktir til bókmentir.

Hinvegin kunnu vit í ritstórn Vencils fegnast um, at Jógvan Isaksen, hin ótroyttiligi høvundurin, forleggjarin og kjakmaðurin fekk virðislønina fyri mentanaravrik. Jógvan hevur í eini tredivu ár givið út bøkur, undirvíst á hægra háskúlanum í Keypmannahavn og skriva bæði krimi og yrkisbøkur um føroyskar høvundar. Hansara lutur liggur ikki eftir.

Nicolina Beder fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir fyri verkið um ull og tøting, sum er hennara lívsverk.

Fyrr æt ein virðisløn Barnbókavirðisløn Tórshavnar býrað. Henda virðislønin hevur havt ótrúliga nógv at siga fyri tey, sum hava skrivað barnabøkur og sum hava givið tær út. Nú eitur henda virðisløn Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráð, og fekk Føroya symfoniorkestur hesar virðisløn. Tað er teimum væl unt. Tey hava veruliga dugað at sagt børnum eina søgu á ein øðrvísi hátt. Tó eri eg ógvuliga harmur um, at Barnabókavirðislønin er horvin. Mær hevði dámt betur um ein Barnabókavirðisløn varð handað og ein Barnamaentanarvirðisløn varð handað.

OMR