Nú ið vit í fýra vikur hava hoyrt politiskar og ópolitiskar politkarar lovað grønt gull og svartar skógir, hevur Vencil ligið skerflatur við valfepri. Hann hevur havt upp ímotí 42 stig i fepri. Kaldasveittin hevur spríkt um pannuna og mentanar- og listareseptirnar komu ikki fram fyrr enn móti endanum á valinum. Ólukkudýrið hevur tó fingið […]
oktober 23, 2011
Í 1978 gav finska skaldið, Lars Huldén, út yrkingasavnið J.L. Runeberg och hans vänner. Johan Ludvig Runeberg (1804-77) er vorðin til finska tjóðarskaldið. Hann hevur yrkt finska tjóðsangin, “Vårt land”. Lars Huldén (f. 1926) er eins og Runeberg finnlands-svenskur rithøvundur. Huldén debuteraði í 1958 við savninum Dräpa näcken. Eins og Runeberg royndi at allýsa finska […]
oktober 14, 2011
Síðani týsdagin klokkan fimm, tá ið bókamessan í Frankfurt varð sett, hevur føroyski básurin, ið fekk pláss við síðuna av heiðursgestunum úr Íslandi, fingið rúgvur av vitjandi úr øll heiminum. Um eg skal lýsa stórleikan og forvirringin á einari slíkari messu, sum bókamessuni, so kann tað bara gerast við at tveita nøkur tøl út í […]
oktober 13, 2011
Í sambandi við, at Ísland er høvuðsnavnið, hava teir gjørt ein sal í Forumbygninginum um til eitt bókligt univers. Í dagsins samfelagi eru vit von við at skifta rás, tá ið vit ikki tíma at hyggja eftir onkrum í sjónvarpinum. Filmar, ið flest okkara hyggja eftir, eru kliptir soleiðis, at vit ikki skulu keða okkum […]
oktober 13, 2011
Fyri seks árum síðani fingu íslendarar tann ótrúliga og ábyrgdarfulla heiðurin, at teir skuldu verða heiðurs- og ársins navn á bókamessuni í Frankfurt. Tá ið íslendski búskapurin í 2008 fór at glíða við fúkandi ferð í undanbrekkuni, vóru føroyingar so mikið stórhjartaðir, at vit veittu íslendsku brøðrum okkara eina smædna fíggjarhjálp á 300 milliónir […]
oktober 6, 2011
Nobelheiðurslønin í ár fór til svenska skaldið, Tomas Tranströmer. Tranströmer er føddur í 1931. Hann fekk sítt fyrsta yrkingasavn, 17 dikter, givið út á Bonnier í 1954. Síðani tá, hevur hann givið út eini 15 bøkur. Virðis- og heiðurslønirnar hava verið nógvar. Yrkjarar kring heimin fegnast stórliga, nú hesin stóri yrkjarin hevur fingið eina so […]
oktober 2, 2011
Nú tað stundar til val, fara politikarar at hvessa sær pennar og skriva røður – at agitera, sum tað plagdi at kallast. Nógvar røður hava verið hildnar gjøgnum ár og dag. Fleiri teirra eru søguligar og hava borið lond framá. Aðrar hava ein heldur vánaligan tóna og hava sært og dripið nógvar heimsborgarar. Her eru […]
oktober 30, 2011
0