Ein rørandi søga úr Frankfurt

Posted on 13 oktober 2011

0


Í sambandi við, at Ísland er høvuðsnavnið, hava teir gjørt ein sal í Forumbygninginum um til eitt bókligt univers.

Í dagsins samfelagi eru vit von við at skifta rás, tá ið vit ikki tíma at hyggja eftir onkrum í sjónvarpinum. Filmar, ið flest okkara hyggja eftir, eru kliptir soleiðis, at vit ikki skulu keða okkum eitt einasta sekund.

Innkomin í høllina hjá íslendarum sóust tíggju metra høg lørift við ymiskum fólkum, ið sótu friðarlig og lósu í íslendskum bókum. Eg fekk eina nærmast opinberandi kenslu av, at tá ið tú situr og lesur hendur onki, men inni í høvdinum á tí lesandi gongur fyri seg alt møguligt, sum aktiverar bøkurnar.

 Har eru framløgur og upplestrar, ið eru um alt møguligt.

Mikudagin 11. oktober var ein fyrilestur um Goðafoss, íslendska skipið, ið varð skotið av einum týskum kavbáti. Lisið varð upp úr bókini, og tá ið tað var liðugt, komu tveir eldri menn fram. Annar var ein av teimum fáu umborð á Goðafossi, sum yvirlivdu og hin var týskari, ið var umborð á kavbátinum. Hetta var ein ógvuliga rørandi løta, har teir báðir hittust á fyrsta sinnið og hálsfevndust. Meðan myndatól og blitsini blunkaðu rópti íslendarin hart: “I love you,” meðan hann klemmaði týskaran.

Tað er vist, at íslendarar duga at spæla við kenslurnar í einum landi, ið heldur uppá at hava uppfunnið fornuftina.

OMR

Frankfurt

Advertisements