Hvat ger man í Frankfurt, tá ið man selur bøkur?

Posted on 13 Oktober 2011

0


 

Fyri seks árum síðani fingu íslendarar tann ótrúliga og ábyrgdarfulla heiðurin, at teir skuldu verða heiðurs- og ársins navn á bókamessuni í Frankfurt. Tá ið íslendski búskapurin í 2008 fór at glíða við fúkandi ferð í undanbrekkuni, vóru føroyingar so mikið stórhjartaðir, at vit veittu íslendsku brøðrum okkara eina smædna fíggjarhjálp á 300 milliónir krónur. Hetta er nógv í okkara búskapi, men ein lítil dropi í íslendsku skuldini. Ikki gekk long tíð eftir hetta, so settu íslendarar seg í samband við føroyingar, spurdu okkum, um vit vildu hava básin við síðauna av teirra á bókamessuni í Frankfurt. Íslendarar eru ofta stoltari av okkum føroyingum enn vit sjálv eru. Slíkt kann ikki noktast. Eg haldi, at vit kunnu vera stolt. Tey, ið hava verið á bókamessuni í nógv ár siga, at tey ongantíð hava fingið so nógvar fyrispurningar sum í ár. Slíkir fyrispurningar kunnu vera við til, at nakrar føroyskar bøkur koma út á einum øðrum máli.

Tey, sum ikki hava hóming av, hvat tað vil siga at fara á bókamessu í Frankfurt, teimum kann sigast, at vit fara til Frankfurtar at selja føroyskar bókmentir. Hetta at selja føroyskar bókmentir er ikki tað sama sum at selja ella keypa ein pakka av reyðum Gajoli í einari kiosk í Føroyum. Tað krevur, at øll, sum eru á føroyska básinum, tey skína og vilja draga inn á básin øll tey, sum ganga framvið. Á bókamessuni eru fýra ferðir so nógv fólk sum føroyingar í Føroyum og tey tosa øll um bøkur, so tað krevur alvorligt mussaskøði, at fanga ein at geva út, ella tosa um júst ta bókina, vit vilja hava tey at tosa um.

Øll hava knýtt nógv sambond við bókafólk í øðrum londum. Hesi sambond skulu nú røkjast og haldast.

 

OMR

Frankfurt

Posted in: tíðindi