Hvar fara orðini

Posted on 14 Oktober 2011

0


Eitt bókaskáp á miðari gøtu í Frnakfurt.

Síðani týsdagin klokkan fimm, tá ið bókamessan í Frankfurt varð sett, hevur føroyski básurin, ið fekk pláss við síðuna av heiðursgestunum úr Íslandi, fingið rúgvur av vitjandi úr øll heiminum.

Um eg skal lýsa stórleikan og forvirringin á einari slíkari messu, sum bókamessuni, so kann tað bara gerast við at tveita nøkur tøl út í luftina. Á bókamessuni eru 10 hallir, har hvør síni mál og heimspartar eru spjaddir um eitt øki, ið er so stórt, at smábussar koyra millum teir 10 bygningavengurnar, sum eru. Roknað verður við, at eini 250.000 fólk eru á messuni og selja og keypa bøkur. Hetta er størsta bókamessa í heiminum.

Á føroyska básinum royndu øll at selja bøkur, selja høvundar og nógv varð prentað av ymiskum, ið varð handað teimum nógvu gestunum, ið komu inn á básin at vitja.

Sjón, Bjarni Bjarnason og unnustan.

Bárður Oskarsson og bókin, hann vann Barnabókmentaheiðursløn Útnorðurráðsins fyri, bókin kallast Ein hundur, ein ketta og ein mús, varð prentað í einari einklari útgávu á enskum og á týskum. Bókin varð handað teimum, ið løgdu leiðina inn á føroyska básin. Orðini í bókini hjá Bárði, vórðu býtt út millum fleiri hundrað fólk frá øllum londum, og teimum dámdu væl. Bárður signeraði bøkurnar, tá ið høvið var til tess.

Annika Sølvará greiðir frá um bókina hjá Bárði Oskarsson.

Hesi orðini, ið Bárður hevur skrivað, fara út í heimin. Á bókamessuni vóru bara vaksin fólk, men flest teirra hava børn ella ommu- og abbabørn. So orðini hjá Bárði fara út um allan heim og vónandi bera tey frukt, og verða givin út á einum øðrum máli.

OMR

Veðurfastur í Keypmannahavn

Posted in: tíðindi