J.L. Runeberg og vinir hansara

Posted on 23 Oktober 2011

0


Lars Huldén

Í 1978 gav finska skaldið, Lars Huldén, út yrkingasavnið J.L. Runeberg och hans vänner. Johan Ludvig Runeberg (1804-77) er vorðin til finska tjóðarskaldið. Hann hevur yrkt finska tjóðsangin, “Vårt  land”.

Lars Huldén (f. 1926) er eins og Runeberg finnlands-svenskur rithøvundur. Huldén debuteraði í 1958 við savninum Dräpa näcken. Eins og Runeberg royndi at allýsa finska samleikan, so roynir Huldén gjøgnum Runberg, at allýsa finska samleikan á nýggjum.

Her prenta vit eina yrking, sum Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt.

 

 

 

 

 

Hvussu fatar tú, Runeberg,
brennivínið?
Er tað ein Guds gáva
til hitt finska fólkið?
Finska fólkið hevði havt ilt
við at verið verandi
í fátækt síni
hevði tað ikki brennivínið
at krøkt seg í.
Og hvaðani skuldi tú tá
fingið íblástur
var finska fólkið
ikki longur fátækt,
alkoholiserað og gudsóttandi?
Tá hevði tær meir enn nakrantíð
tørvað brennivínið.
Brennivínið er skaldinum
sum húgvan er veiðifólkinum.
Tak hana frá honum og á flog
fer hann við ferð avstað.
Men er eingin fongur at finna
vendir hann hugtungur við aftur
og vil hava húgvuna aftur.

OMR

Posted in: yrkingar