Vencil er seinkaður

Posted on 30 Oktober 2011

0


Nú ið vit í fýra vikur hava hoyrt politiskar og ópolitiskar politkarar lovað grønt gull og svartar skógir, hevur Vencil ligið skerflatur við valfepri. Hann hevur havt upp ímotí 42 stig i fepri. Kaldasveittin hevur spríkt um pannuna og mentanar- og listareseptirnar komu ikki fram fyrr enn móti endanum á valinum. Ólukkudýrið hevur tó fingið okkurt niðurum. Hann sigur, at lesarar og haldarar kunnu gleða seg til at, tað sum fer at fylla Vencil 11. fer ikki at sláa falska mentu. Har eru millum onnur: Gyrður Eliason, Federico Garcia Lorca, Sissal Kampmann, Sólrún Michelsen, Edgar Allen Poe, William Wordsworth, Tórodd Poulsen, Rudyard Kipling og onnur góð fólk, ið fylla magan á Vencli 11.

Gleðið tykkum.

Posted in: tíðindi, Vencil