Browsing All Posts published on »november, 2011«

Sievægin

november 26, 2011

0

Robert Alan Jamieson er hetlendskt skald, føddur í Lewrick, vóks upp á Sandness, men býr í Edinburgh, har hann undirvísir á University of Edinburgh. Hann hevur givið út fleiri bøkur, fleiri yrkingasøvn og er eitt hitt týdningarmesta skaldið úr Hetlandi. Vit fara her á heimasíðuni hjá Vencli at prenta yrkingina “Sievægin” úr savninum North Atlantic […]

Bruno lesur upp fyri fullum húsum

november 19, 2011

0

Verðin er soleiðis innrættað, at vit skulu helst øll verða til okkurt stórt. Helst til okkurt, sum verðin kann leggja til merkis. Vertin á, hvat vit skulu leggja til merkis. Bara vit verða løgd til merkis. Vit taka okkum sjálvi upp, bæði á sjónbond og á ljóðbond. Leggja okkum út at alnetið. Vit skriva um […]

Deydligur bókadagur

november 13, 2011

0

Árligi bókadagurin er farin aftur um bak, og tíð er at verða bakklókur. Tað er ein frægd, at bøkur og tey, ið eru um bøkurnar (hetta skal ikki skiljast sum um bøkurnar liggja fyri deyðanum) kunnu savnast í einum so stásiligum bygningi sum Norðurlandahúsið er. Tiltakið vardi ein heilan seinnapart. Tiltøkini vóru býtt sundur í […]

Politiskar yrkingar

november 11, 2011

0

Í hesum døgum, verða framtíðar Føroyar myndaðar á Gamla Apoteki. Skamtanin verður løgd. Hvør skal hava hvussu nógv av hvørjum? Skulu vit hava flatan skatt? Skulu vit leggja saman ráð ella leggja ráð saman? Hvat er at gera? Meðan politisku aputekararnir draga knúgvarnar upp og niður trappurnar, kunnu vit bara sita og hugna okkum, meðan […]

Íblástur og úrblástur

november 9, 2011

0

Vit hava biðið nakrar hvøundar um at huglaeiða um íblástur. Fyrsta royndin er eftir Katrina Reinert. Myrkur, regn og stormur úti. Liðið er væl út á heystið. Hann oysir úr sær, ruskar í takskeggið og hvínir undir vaðingini. Í teldupostbrævkassanum liggur eitt bræv frá í gjár við áheitan um at skriva um íblástur. Blástur úti […]

Bókadagurin 2011

november 5, 2011

0

Aftur í ár verður bókadagur. Hesa ferð verður bókadagurin hildin í Norðurlandahúsinum hin 13. november. Vanligt er í Føroyum, at flestu bøkurnar koma út til jóla. Føroyski bókamarknaðurin er ógvuliga lítil, og tí hevur ein slíkur bókadagur ógvuliga stóran týdning fyri føroyskar bókmentir. Hetta er dagurin, tá ið føroyskar bókmentir eru sjónligar, har rithøvundar savnast […]