Aftur í ár verður bókadagur. Hesa ferð verður bókadagurin hildin í Norðurlandahúsinum hin 13. november. Vanligt er í Føroyum, at flestu bøkurnar koma út til jóla. Føroyski bókamarknaðurin er ógvuliga lítil, og tí hevur ein slíkur bókadagur ógvuliga stóran týdning fyri føroyskar bókmentir. Hetta er dagurin, tá ið føroyskar bókmentir eru sjónligar, har rithøvundar savnast og lesarar kunnu práta við teir. Hetta er dagurin, tá ið tosað verður um bókmentir og bøkurnar verða tiknar fram og nærlisnar. Hetta er dagurin, ið vit, sum elska bøkur gleða okkum til.
Vanligt er, at ein útlendskur rithøvundur er á bókadegnum. Soleiðis er eisini í ár. Fyrr í ár gav forlagið Tórgarð út bókina Smukke fejltagelser sum teir báðir, Peter Laugesen og Jóanes Nielsen hava skrivað. Últendski gesturin á bókadegnum 2011 er Peter Laugesen. Hann er ein av mest produktivu rithøvundunum í Danmark.
Bókadagurin 13. novembur 2011 í Norðurlandahúsinum kl. 14.00 – 18.00
Kl. 14.00 Forlagið Fróðskapur og dansispøl, Klingran:
Eivind Weihe: Henzesavn
Andrea Susanne Opielka: Danse og sanglege på Færøerne
Dansifeløgini úr Nólsoy, av Sandi og úr Vágunum framføra dansispøl
Felagsdansur: Fruntatátturin
Kl. 15.00 Barnabókatiltak, Dansistovan:
Rakel Helmsdal : Veiða vind
Oddvør Johansen: Hin klóka æðan
Edvard Fuglø: Vampýrella, Eyð Matras lesur
Helle Thede Johansen: Vinurin
Kl. 15.45 Rithøvundasamrøða, Forhøllin
Jóanes Nielsen og Peter Laugesen um at arbeiða saman og um Smukke fejltagelser
Suni Merkisstein tosar við rithøvundarnar.
Kl. 16.20 Upplestur, Forhøllin:
Yrkingar:
Katrin Reinert: Kringvindar
Vagnur Streymoy: 5,8 % av dupultmorali
Oddfríður M. Rasmussen: Blómugrót
Gestaupplesari: Peter Laugesen
Kl. 17.15 Skaldsøgur og stuttsøgusøvn:
Jóanes Nielsen: Brahmadellarnir
Sólrun Michelsen: Rottan
Firouz Gaini: Horvnir menn
Agnar Artúvertin: Jákup í Gneðra
OMR
Posted on 5 november 2011
0