Politiskar yrkingar

Posted on 11 November 2011

0


Í hesum døgum, verða framtíðar Føroyar myndaðar á Gamla Apoteki. Skamtanin verður løgd. Hvør skal hava hvussu nógv av hvørjum? Skulu vit hava flatan skatt? Skulu vit leggja saman ráð ella leggja ráð saman? Hvat er at gera?

Meðan politisku aputekararnir draga knúgvarnar upp og niður trappurnar, kunnu vit bara sita og hugna okkum, meðan vit bíða eftir lovorðum frá samgonguni við sjukulíknandi heitinum: ADHB.

Her eru nakrar politiskar yrkingar: Fyrst Harold Pinter.

Og her er ein ógvuliga beinrakin yrking frá beatyrkjaranum, Lawrence Ferlinghetti:

Og ein deiliga bittur ein frá Charles Bukowski:

Og at enda The Ballad of the Skeleton eftir Allen Ginsberg. Á gittar spælir Poul McCartney.

Her er sama undur á føroyskum í týðing Gunnar Hoydals.

Skrokkakvæðið

The Ballad of the Skeletons

Segði forsetaskrokkurin
Eg skrivi ikki undir alt
Segði tingformansskrokkurin
Jú tú skalt

Segði umboðsmannaskrokkurin
Eg tali at
Segði hægstarættarskrokkurin
Íðan so hvat?

Segði hernaðarskrokkurin
Stjørnubumbur eru best
Segði yvirstættaskrokkurin
Svøltaðar mammur eru verst

Segði Yahoo-skrokkurin
Steðgið skitnari list
Segði høgravongsskrokkurin
Gloymið hjartað, hjartað er mist

Segði dulspekiskrokkurin
Heilagt er mannaskapið og frítt
Segði siðmeirilutaskrokkurin
Nei, nei, skapið er mítt

Segði buddistaskrokkurin
Miskunn er rík
Segði partafelagsskrokkurin
Hon er deyðanum lík

Segði gamlakristnaskrokkurin
Setið tey fátæku høgt
Segði Guds-Sonar-skrokkurin
AIDS krevur røkt

Segði kynsræðsluskrokkurin
Tey samkyndu eru grað
Segði arvastevnuskrokkurin
Svørt eru óeydnuslag

Segði reystmannaskrokkurin
Konur skulu venjast rætt
Segði fundamentalistaskrokkurin
Lat nørast øll mannaætt

Segði rætt-til-lívið-skrokkurin
Fostur hava sál
Segði fyri-fríum-vali-skrokkurin
Stikk uppí uttan drál

Segði burturspardi skrokkurin
Tólini tóku mítt starv
Segði strangur-móti-brotsverkum skrokkurin
Gassið fjøldina uttan darv

Segði landsstjóraskrokkurin
Sparið burtur skúlamat
Segði borgarstjóraskrokkurin
Etið fíggjarætlanina aftrat

Segði nýafturhaldsskrokkurin
Av gøtunum heimleys og løt
Segði frímarknaðarskrokkurin
Brúkið tey sum kjøt

Segði tankatangaskrokkurin
Fríur marknaður er best
Segði spar & lán-skrokkurin
Ríkið skal gjalda mest

Segði Chrysler-skrokkurin
Gjaldið fyri teg & meg
Segði kjarnorkuskrokkurin
& meg & meg & meg

Segði umhvørvisskrokkurin
Ger ikki bláum himmali fortreð
Segði fleirtjóðaskrokkurin
Hvat er hann verdur fyri teg

Segði NAFTA-skrokkurin
Fríhandil, gøðið tykkum grøn
Segði Maquiladora-skrokkurin
Sveittið fyri undirløn

Segði ríki GATT-skrokkurin
Hátøkni og ein verð
Segði undirstættaskrokkurin
Nevin harður og reyvin ber

Segði heimsbankaskrokkurin
Fella trø má vera eitt mást
Segði IMF-skrokkurin
Keypið amerikanskan ost

Segði menningarlandaskrokkurin
Sendið okkum rís
Segði framkominlandaskrokkurin
Ringlið bein til søluprís

Segði ayatollaskrokkurin
Doyggj rithøvundur doyggj
Segði Josef Stalin-skrokkurin
Sum at hoyra mítt egna goyggj

Segði miðríkisskrokkurin
Vit gloyptu Tibet
Segði Dalai Lama-skrokkurin
Tit seta búkilskumet

Segði heimskórsskrokkurin
Lagnan er stundum heit
Segði USA-skrokkurin
Vit mugu bjarga Kuwait

Segði kolvetnisskrokkurin
Bumbuflog, bumbið í kór!
Segði sinnisvíðkandi skrokkurin
Roykið ein dinosaur

Segði Nancy-skrokkurin
Sýt, sig nei, bara sýt
Segði Rasta-skrokkurin
Skít, Nancy, bara skít

Segði fólkavillaraskrokkurin
Ikki roykja pott
Segði drykkjumannaskrokkurin
Tín livur skal rotna í nátt

Segði drøggmisnýtaraskrokkurin
Gevið okkum eitt prik
Segði Big Brother-skrokkurin
Girðið teir av handan stik

Segði The Mirror-skrokkurin
Hey, tú rósa reyð
Segði elektriski-stóla-skrokkurin
Hey, hvat kóka tey?

Segði kjaksendingaskrokkurin
Renn meg, títt lúsa roð
Segði familjuvirðisskrokkurin
Míni virði við sviðið soð

Segði New York Times-skrokkurin
Hatta sleppur ikki á prent
Segði CIA-skrokkurin
Hálvtalað orð eru hent

Segði netverkaskrokkurin
Mínar lygnir krevja trúgv
Segði lýsingaskrokkurin
Legg ikki í, bara lúgv

Segði fjølmiðlaskrokkurin
Sannleikan eigi eg
Segði sofaveljaraskrokkurin
Hvat rakar tað meg?

Segði sjónvarpsskrokkurin
Ljóðbitar, etið teir rátt
Segði tíðindaskrokkurin
Hatta var alt, góðanátt

Allen Ginsberg

Gunnar Hoydal týddi.

Posted in: politikkur, yrkingar