Deydligur bókadagur

Posted on 13 november 2011


Árligi bókadagurin er farin aftur um bak, og tíð er at verða bakklókur. Tað er ein frægd, at bøkur og tey, ið eru um bøkurnar (hetta skal ikki skiljast sum um bøkurnar liggja fyri deyðanum) kunnu savnast í einum so stásiligum bygningi sum Norðurlandahúsið er. Tiltakið vardi ein heilan seinnapart. Tiltøkini vóru býtt sundur í ymisk bókmentasløg. Byrjað varð við kvæðamentanini. Har Henzasavn eftir Eivind Weyhe varð løgd fram og bókin Danse og sanglege på Færøerne eftir Andrea Susanne Opielka. Eisini dansaðu  nólsoyingar og heimasandsmenn.

Dansarar av Sandi dansa dansispøl.

Dansarar av Sandi dansa dansispøl

Næsti tátturin í tiltakinum var í Dansistovuni. Her vóru barnabøkurnar í hásæti, men tíanverri, so kom myndamaðurin og greinaskrivarin í eina alvorliga samrøðu við ein gest um politisku støðuna. Hetta blokkeraði og hann náddi ikki oman til barnabókatiltakið at taka myndir haðani. Har lósu Oddvør Johansen, Helle Thede Johansen, Rakel Helmsdal, og Eyð Matras las úr bók eftir Edvard Fuglø.

Hesin fitti álvurin stóð í høllini við fullum bolla av stuttum og góðum pixibókum.

Síðani kom hin heldur tyngri parturin. Hann byrjaði við, at Suni Merkisstein hevði eina samrøðu við Peter Laugesen og Jóanes Nielsen. Teir hava saman skrivað yrkingasavnið Smukke fejltagelser, sum er eitt yrkingasavn, ið varð skrivað til Århus festuge 2011. Savnið er eitt vakurt mistak. Har eru nógvar góðar yrkingar, og gott var at hoyra teir báðar lesa úr tí. Tey, ið kenna skaldskapin hjá Peter Laugesen og Jóanesi Nielsen verða ikki skuffað. Teir eru góðir yrkjarar hvør sær. Teir eru eisini góði yrkjarar saman. Og so skuldi ein trú, at tá ið teir yrktu soleiðis saman, so kom okkurt triðja burturúr, men so er ikki. Ongin skaldslig hjúnabandseind við hørpusangi kemur burturúr, men nøkur felagsevni verða manað fram. Vit fingu at vita, at teir báðir hava tað til felags, at teir hava øgiliga nógvar mostrar: Jóanes 8 og Peter 6 mostrar. Hetta er eitt evni, sum gongur gjøgnum savnið. Samstundis verða ættligu mostrarnar og bókliga upphavið við sovjettisk stórskøld og beatættarliðið úr USA trýst gjøgnum skaldsligu pennarnar hjá Jóanesi Nielsen og Peter Laugesen. Hetta avgjørt ein bók, ið kann viðmælast.

Peter Laugesen & Jóanes Nielsen

Síðani var yrkingaupplestur við Katrini Reinert, Oddfríði Marna Rasmussen, Vagni Streymoy, Peter Laugesen og Carl Jóhan Jensen las yrkingar úr nýggja savninum, Bræddir Firvaldar, eftir Tórodd Poulsen.

Katrin Reinert lesur úr Kringvindar

Katrin Reinert er ein sjáldsamur upplesari, sum er ógvuliga stevføst. Mær dámar hana væl, tá ið hon lesur upp, men hon tóktist hava eitt sindur av nervum, tí at hon las eitt sindur skjótt. Hóast tað, so er hon ein upplesari, sum livir seg djúpt inn í sínar tekstir og gevur teimum persónligt lív.

Vagnur Streymoy lesur úr 5,8% av dupultmorali

Vagnur Streymoy er eins og Katrin Reinert, eitt nýtt skot á føroyksa yrkingahimlinum. Bæði hava tey fingið sínar fyrstu yrkingar prentaðar í Vencli. Vagnur las úr sínum nýggja savni: 5,8% av dupultmorali. Hann er vanur við at standa framman fyri nógvum fólkum. Hetta ger, at hann hevur eitt gott samband við áhoyraran.

Carl Jóhan Jensen lesur yrkingar eftir Tórodd Poulsen

Carl Jóhan Jensen las yrkingar úr nýggja savninum, Bræddir Firvaldar, eftir Tórodd Poulsen. Sum Carl Jóhan sjálvur segði, so ber ikki til hjá øðrum enn Tóroddi sjálvum at lesa yrkingarnar hjá Tóroddi. “Tað er tað saman sum at biða Dupultkvartettina í Ebenezer syngja Bob Dylan,” helt Carl jóhan fyri, áðrenn hann las.

Peter Laugesen

At enda las Peter Laugesen. Hann er ein meistari at lesa upp. Hann hevur bæði beinini væl plantað í upplestrarsiðvenjuna, ið liggur eftir teir stóru beatpoetarnar. Stevfastur og rútmiskur er hann, og hann livir seg fult inn í tann leiklutin tað er at lesa upp yrkingar – at geva yrkingum eitt eina rødd á palli.

Seinasti parturin av tiltakinum var um skaldsøgur og stuttsøgur. Her lósu Jóanes Nielsen, Sólrún Michelsen, Firouz Gaini og Agnar Artúvertin. Klokkan var vorðin nógv. Høvdið fult av yrkingum og myndamáli. Eg hevði ikki nógva orku eftir til at lurta eftir teimum seinastu. Hóast vána bindindi, so fangar Jóanes Nielsen altíð ein áhoyrara. Spennandi var at hoyra hann lesa úr Brahmadellarnir. 

Jóanes Nielsen

Sólrún Michelsen lesur úr Rottan

Firouz Gaini lesur úr søgusavninum Horvnir menn

Agnar Artúvertin lesur úr óútkomnu stuttskaldsøgu sínari Jákup úr Gneðra

Hvat er so at siga um bókadagin anno 2011? Hann var sum aðrir bókadagar. Langur og ikki serliga lurtaravinaligur. Ljósførið í høllini kundi verið betri. Ljóðið kundi eisini verið betri viðhvørt. Stuttligt hevði verið, um áhoyrarar kundu fingið høvið til at spurt høvundarnar við viðtaluborðið um eitthvørt. Tað tykist sum, at ein drúgv skrá skal trýstast inn í ein seinnapart sunnudag. Frægari hevði verið, um skráin fylti leygardag og sunnudag. At upplestur var allastaðni í býnum, so at hetta ikki bara var eitt tiltak í Norðurlandahúsinum seinnapartin ein sunnudag.

Eg haldi, at áhoyrararnir sótu alt ov langt burturi frá upplesarunum. Hetta gjørdi, at sambandi millum upplesara og áhoyrarar ikki gjørdist so spent ella spennandi sum tað eigur, tá ið upplestur er. Tað gjørdist kanska ov deydligt til tíðir og fólk sótu fjaroygd og stardu niður í kaffikoppar. Nærleikin hevur nógv at siga, tá ið lisið verður upp og tá ið pallborð er.

Tá ið tað er sagt, so hevði eg eina góða uppliving og fekk nógvan og fjøltáttaðan skaldskap við mær heim.

OMR