Bruno lesur upp fyri fullum húsum

Posted on 19 November 2011

0


Verðin er soleiðis innrættað, at vit skulu helst øll verða til okkurt stórt. Helst til okkurt, sum verðin kann leggja til merkis. Vertin á, hvat vit skulu leggja til merkis. Bara vit verða løgd til merkis. Vit taka okkum sjálvi upp, bæði á sjónbond og á ljóðbond. Leggja okkum út at alnetið. Vit skriva um okkum sjálv. Leggja okkara vánaligu lívshandrit á netið. Vit leggja myndir av okkum sjálvum út, og biðja so nógv sum gjørligt um at viðmerkja á dáma okkum. Skulu vit alla tíðina vera netja, vera á, og skulu vit samstundis síggja út sum ein stjørna, íðan so er ikki nógv annað at gera, enn at renna fyri pundunum og eftir pundunum, og riggar tað ikki, íðan, so ber væl til at súgva seg tóman fyri feitt. Samstundis sum vit skulu síggja soleiðis út, at onkur skal leggja okkum til merkis, so gerast vit klænri og klænri og gerast verri og verri at fáa eyga á.

Hetta rákið, ið vil hava okkum at síggja út soleiðis sum ávísir granskarar meta vera ein sunn og góð útsjónd, tað er ikki til at halda út. Men tit! Eftir eitt rák kemur altíð eitt mótrák. Ikki tí, at vit aftur skulu fara at síggja út sum hvalir, ið hava gjørt landgongd, men vit, ið fáast við bókmentir og list, vit vóna, at mótrákið kemur okkum væl við. Vit vóna at fleiri fara at lesa bøkur og fleiri fara út at lurta eftir, meðan høvundar lesa upp sínar tekstir og greiða frá sínum skaldskapi.

Í Svøríki er maður, ið nevndur er Bruno K.  Öijer. Hann hevur hesi nógvu seinastu árini lisið upp fyri fullsettum húsum í Svøríki. Eini 300 til 400 fólk lurta eftir hansara karismatiska upplestri, hvørja ferð, hann lesur upp. Eg upplivdi Bruno fyri einum 15 árum síðani í Politikkens hus í Keypmannahavn. Tað, sum eyðkennir Bruno K. Öijer er, at hann dugir allar sínar tekstir uttanat. Sjálvur hevur hann sagt í viðtali, at tað er onki minni enn ein sjálvfylgja at duga sínar egnu tekstir uttanat. “Eg havi for fanin skrivað tekstirnar sjálvur,” leggur hann háðandi afturat og flennir, áðrenn hann sýgur eina sigarett.

 

 

Nær fara vit í Føroyum at streyma til upplestrar? Nær fara vit at renna til upplestrar heldur enn at renna eftir ella undan pundum?

 

 

Í fjør skipaði Rithøvundafelagið saman við Cirkusi fyri vetrarupplestri fjúrtanda hvønn mikudag. Tiltakið var ógvuliga gott, og eg vóni, at hetta heldur fram, nú myrkrið sýgur seg yvir sitandi og rennandi føroyingar.

 

 

Vónandi fyllast eisini hølini í Føroyum við orðum, yrkjarum og áhoyrarum. Vónandi.

 

 

OMR

 

Posted in: tíðindi, yrkingar