Browsing All Posts published on »desember, 2011«

Sólsjón, hóast alt

desember 31, 2011

0

Sólsjón, hóast alt   Vend! Hygg ikki afturum. Verðin tráðar eftir tær. Far! Har úti er ein føvningur av píkum ella sóljuskríddum fløggum, orðum úr afturlatnum munnum ella dukandi mánamyrkingum. Bløðandi munnar osa upp móti himni. Frá øllum naglum, sum tankarnir festu á veggin í sólarganginum, endurljóða ávaringar. Mistøkini nærkast nulpunktinum. Einglarnir fara smátt um […]

Bræddur firvaldur

desember 18, 2011

2

lurta eftir toruni hon dugir ikki at teska sum vit ið hoyra hana buldra eftir at snarljósið hevur sligið sítt góða nátt niður í tað hvíta arkið Soleiðis ljóðar yrkingin á blaðsíðu 33 í nýggja yrkingasavninum Bræddur firvaldur  við undirheitinum 52 ljóð til tøgnina eftir Tórodd Poulsen. Givið út hevur Mentanargrunnur Studentafelagsins. Kápuna hevur Tóroddur sjálvur […]

Bók til børn við kiksaðum foreldrum

desember 15, 2011

0

Ikki er vanligt, at manningin á Vencli tekur fram barnabøkur. Hetta er ikki júst tann skaldskapurin, ið fyllir Vencil, men nú kunnu vit ikki halda okkum meir. Herfyri fekk eg bókina Loyndarmálið hjá pápa við undirheitinum Bók til børn við kiksaðum foreldrum eftir íslendska høvundin þórarinn Leifsson, ið sjálvur hevur myndprytt. Føroyskað hevur þóra þóroddsdóttir, og enn eina ferð er […]

Jólatrøllið Vencil

desember 13, 2011

0

Góðu føroyingar Vit, ið ritstjórna Vencli, Arnbjørn og Oddfríður, mugu viðurkenna og bukka undir einum aldargomlum siði. Vit hava samráðst við Vencil og tað innihaldið, sum skal fylla henda ellivta Vencilin, og eru komnir til ta niðurstøðu, at Vencil gerst jólatrøll. Vit harmast um hetta, og boyggja okkum í kavan og vóna, at føroyingar nær […]

Virðislønir landsins

desember 13, 2011

0

Gott er, at tað almenna virðir listafólk og alt arbeiðið tey leggja eftir seg. Eitt afturvendandi alment tiltak er, tá ið Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins verða handaðar. Í ár varð so ein virðisløn gjørd afturat, og verður hon nevnd Virðislønin til ungt listafólk. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av, hvør skal hava […]

Hanus Kamban og Gullgentan tilnevnd

desember 1, 2011

0

Í dag, 01.12.2011, vóru nøvn sett á tey, ið eru tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønina. Komandi ár fyllir henda týdningarmikla virðislønin 50 ár. Hanus Kamban er tilnevndur úr Føroyum. Tað er stuttsøgusavnið Gullgentan, sum er tilnevnt. Soleiðis verður sagt um bókina: Í savninum endurnýggjar Hanus Kamban sítt frásøgukynstur við at lata tað trúliga og tað ótrúliga renna […]