Hanus Kamban og Gullgentan tilnevnd

Posted on 1 desember 2011

0


Tekningarnar í Gullgentan hevur Silja Strømm teknað.

Í dag, 01.12.2011, vóru nøvn sett á tey, ið eru tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønina. Komandi ár fyllir henda týdningarmikla virðislønin 50 ár. Hanus Kamban er tilnevndur úr Føroyum. Tað er stuttsøgusavnið Gullgentan, sum er tilnevnt. Soleiðis verður sagt um bókina:

Í savninum endurnýggjar Hanus Kamban sítt frásøgukynstur við at lata tað trúliga og tað ótrúliga renna saman í tíggju hugfangandi søgur um vald og máttloysi, kærleika og harðskap. 
Orðavalið er sjáldsama neyvt og fjølbroytt, og søgurnar eru grundaðar á ein greiða, kritiska støðu til ráðandi politisk og mentanarlig rák í okkara tíð. 

Hini, ið eru tilnevnd eru:

DANMARK
Vibeke Grønfeldt Livliner
Roman, Samleren, 2011

Janina Katz Skrevet på polsk
Digte, Rosinante, 2011

FINLAND
Gösta Ågren I det stora hela
Diktsamling, Söderströms, 2011

Saila Susiluoto Carmen
Dikter, Otava, 2010
(Svensk översättning, Henrika Ringbom)

ÍSLAND
Bergsveinn Birgisson Svar við bréfi Helgu (Svar på brev frå Helga)
Roman, Bjartur, 2010
(Norsk översättning Johannes Gjerdåker)

Gerður Kristný Blóðhófnir (Blodhov)
Dikter, Mál og menning, 2010
(Svensk översättning John Swedenmark)

NORRA
Øyvind Rimbereid Jimmen
Et dikt, Gyldendal, 2011

Merethe Lindstrøm Dager i stillhetens historie
Roman, Aschehoug forlag, 2011

SVØRÍKI
Katarina Frostenson Flodtid
Diktsamling, Wahlström & Widstrand, 2011

Eva-Marie Liffner Lacrimosa
Roman, Natur & Kultur, 2011

FØROYAR
Hanus Kamban Gullgentan (Guldpigen)
Noveller, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2010
(Dansk översättning, Kirsten Brix)

GRÖNLAND
Tungutaq Larsen Nittaallatut
Digtsamling, Forlaget Atuagkat, 2011

DET SAMISKA MÁLØKIÐ: tilnevningin kemur seinni.

ÁLAND
Leo Löthman Transportflotte Speer
Roman, PQR-kultur, 2011

Virðislønin verður handað í Reykjavík á vári 2012.
Upphæddin er 350 000 danskar krónur.

Vencil ynskir Hanusi Kamban hjartaliga til lukku við tilnevningini. Hann er samstundis ógvuliga stoltur av, at “Saxifraga Nivalis” úr savninum stóð á prenti fyri fyrstu ferð í Vencli nummar 8.

OMR

Advertisements