Jólatrøllið Vencil

Posted on 13 desember 2011

0


Góðu føroyingar

Hetta er ikki Vencil, men ein nissa

Vit, ið ritstjórna Vencli, Arnbjørn og Oddfríður, mugu viðurkenna og bukka undir einum aldargomlum siði. Vit hava samráðst við Vencil og tað innihaldið, sum skal fylla henda ellivta Vencilin, og eru komnir til ta niðurstøðu, at Vencil gerst jólatrøll. Vit harmast um hetta, og boyggja okkum í kavan og vóna, at føroyingar nær og fjar klára at bíða.

Vencil ellivti kemur, men hann kemur ikki fyrr enn í januar 2012.

Við vón um fyrigeving

Vencil við Oddfríði og Arnbjørn

Advertisements