Bók til børn við kiksaðum foreldrum

Posted on 15 desember 2011

0


þórarinn Leifsson

Ikki er vanligt, at manningin á Vencli tekur fram barnabøkur. Hetta er ikki júst tann skaldskapurin, ið fyllir Vencil, men nú kunnu vit ikki halda okkum meir.

Herfyri fekk eg bókina Loyndarmálið hjá pápa við undirheitinum Bók til børn við kiksaðum foreldrum eftir íslendska høvundin þórarinn Leifsson, ið sjálvur hevur myndprytt. Føroyskað hevur þóra þóroddsdóttir, og enn eina ferð er tað Bókadeildin hjá Føroya lærarafelag, ið hevur givið bókina út.

Ofta eru barnabøkur alt ov didaktiskar. Tær eru so mikið pedagogiskt viðgjørdar, at tær ikki svara til vanlig børn, men eru skrivaðar til børn, sum í uppalingini eru spard fyri tí, sum veruleikin hevur við sær av óndskapi og ruðuleika, samstundin sum somu børn verða yvirfóðrað við slíkum óndskapi og ruðuleikum, tá ið ræður um filmar og telduspøl.

Loyndarmálið hjá pápa er so slett og aldeilis ikki ein sovorðin didaktisk bók. Tíbetur! Her er ein bók, ið handlar um nakað so fremmant og svakligt sum ein pápa, sum er mannaátari. Hann er giftur og konan selur ymiskt umvegis telefonina. Tey eiga tvey børn, eina gentu og ein drong. Pápin etur svaka flokslæraran hjá børnunum, og tá ið býruin fyllir 300 ár, selur pápin pylsur í einum pylsuvogni. Nógv fólk hvørva og pylsusølan gongur væl. Løgregluovastin, Nikotinnjálur, hevur varhugan av, at pápin er mannaátari. Tá ið pápin byrjar at hava hug at eta vinfólkini hjá børnunum melda børn hansara hann, og verður hann  dømdur til deyða. Hann skal tveitast niður av 55. hædd á einum háhúsum. Hetta skal vísast beinleiðis í sjónvarpi. Men pápin hevur í geglinum bara etið rotið kál og annað forfarið grønmeti. Hann heldur luftina í sær, og bólgnar tí upp av gassi. Tá ið hann skal avrættast, sleppur hann luftini og fer á flog. Søgan endar við, at pápin fer til avvenjingar fyri sítt mannaát á einari eksotiskari pálmaoyggj.

Í barndómsins sakloysi og ungdómsins uppreistri hava vit øll verið fyri tí, at foreldrini hava verið kiksað. Vit kláraðu ikki soleiðis sum foreldrini uppførdu seg, meðan vit vóru hjá. Helst eru vit eisini kiksað. Summi eru bara meir kiksað enn onnur.

Summi hava loyndarmál, tey ikki vita av, at tey hava. Foreldur, ið drekka ov illa, sláa síni børn, eru ónærislig við børnini hjá sær og øðrum, ja, listin er langur av loynidómum, sum børn bera og ikki kunnu siga teimum vaksnu, tí at tey vaksnu hava gjørt soleiðis, at børnini ikki hava ákit á teimum. Men fá eru tey, ið hava eina pápa, sum er mannaátari. Høvundurin viðger evnið um kiksað foreldur á ein klókan og viðkomandi hátt, ið fær børnini at flenna og undrast, alt um somu tíð. Tað er hetta, sum ger eina góða barnabók, ikki hesir moralsku peikifingrar, ið ikki vilja, at ein illbøn skal standa á prenti, tí at børnini skulu sparast fyri slíkum ónærisligheitum.

Í bókini eru eisini allar hesar týpurnar, sum vit kenna. Ein feitur drongur, nevndur Bollabjørn, nakrar gentur, Pinkurnar, ið halda seg vera meir enn hini børnini, men tá ið høvundurin yvirdrívur hesar kendu týpurnar, hava vit beinanvegin eina aðra støðu, sum gerst áhugaverd og stuttlig.

Tekningarnar eru skarpar og skemtiligar. Tær lýsa, eins og teksturin, tað karikeraða og uppgjørda universið, ið kemur fram í bókini.

Ein góð barnabók, er ein barnabók, ið vaksin fáa líka nógv burturúr sum børnini. Hetta er ein slík barnabók. Sjáldan havi eg flent so nógv eftir einari barnabók. Hon er líka skeivt vinklað sum Pippi ella onkur onnur av teimum undurfullu persónunum, ið Astrid Lindgren borðreiðir við í sinum barnauniversi.

Hetta er ein fanastiska góð jólagáva til børn í aldrinum frá 10 til 100, og hon kostar bara 160 krónur.

Sigast kann eisini, at Forlagið Tórgarð, við Hugini Eide, hevur givið bókina út á donskum.

OMR

Advertisements
Posted in: ummæli