Bræddur firvaldur

Posted on 18 Desember 2011

2


lurta eftir
toruni
hon dugir
ikki at
teska
sum vit
ið hoyra
hana
buldra
eftir at
snarljósið
hevur sligið
sítt góða nátt
niður í
tað hvíta arkið

Soleiðis ljóðar yrkingin á blaðsíðu 33 í nýggja yrkingasavninum Bræddur firvaldur  við undirheitinum 52 ljóð til tøgnina eftir Tórodd Poulsen. Givið út hevur Mentanargrunnur Studentafelagsins. Kápuna hevur Tóroddur sjálvur greitt úr hondum.

Tóroddur hevur givið út so nógv søvn nú, at hann kann gera eina sonettu burturúr øllum heitunum, og tað hevur hann eisini gjørt.

Bræddur firvaldur er eftir mínum tykki nógv tað besta yrkingasavnið, Tóroddur hevur latið úr hondum. Hetta er eitt heilstoypt, gjøgnumført og gjøgnumhugsað verk. Skal eg samanbera hetta savnið við onnur úr rúgvuni av yrkingasøvnum, Tóroddur hevur skrivað, so er hetta eitt meistarverk. Stílurin er reinur. Her hevur Tóroddur dugað at valt frá. Í hinum søvnunum hevur hann ikki altíð dugað at valt yrkingar frá. Tær hevur hann ofta sett í endan á søvnunum, og tí eru tey dalað í góðsku longri frammi, men hetta savnið er ikki so. Her er ikki eitt orð ov nógv. Ikki ein setningum til yvirs. Tá ið Tóroddur er bestur, tá skrivar hann á tann hátt, at hann troytir yrkingina fyri evnið, yrkingin viðger, so onki er eftir at skriva um. Allar yrkingarnar í hesum savninum hava tað við sær. Tú kann ikki seta fingurin á nakað og meta um ikki okkurt kundi verið skrivað afturat ella um okkurt kundi verið strikað burtur.

Í savninum eru 52 ljóð/yrkingar. Yrkingarnar byrja friðarligar. Tað skeiva, misljóðini, sorgin, orðini og litirnar eru tigandi og tú hevur varhugan av, at Tóroddur er firvaldurin, ið er nálaður í veggin, haðani hann eygleiðir seg sjálvan, sína fortíð og sín skapandi gerandisdag. Eins og toran og snarljósið í yrkingini omanfyri, so eru yrkingarnar forskotnar. Tú veit ikki, hvat kemur fyrst: fatanin ella upplivingin, ella um bara eygleiðingin er nóg mikið.

Yrkingarnar tykjast lýriskar, og tað eru tær eisini, men so knappliga lata tær seg upp sum smáar, tættpakkaðar søgur. Til dømis henda á blaðsíðu 40:

sníki meg inn
í barndómin
við míni bláu
hjólbøru
sum er fylt
við minnum
eg havi savnað
upp ígjøgnum árini
og eg stoyti tey
í sandrúgvuna
eg bygdi ein bý á
áðrenn pápi brúkti sandin
at stoypa garðin við
framman fyri húsini
eg vaks upp í
og legði lunnar undir
dreymarnar
sum eg aldrin
sleppi úr

Hetta er ein stór søga, sum er kókað so nógv niður, at bara myndliga bótin er eftir. Tað er nóg mikið. Hetta er skaldskapur, tá ið hann er bestur.

Í savninum verða fjaðrar, veingir, fuglar, einglar, firvaldar, grindalokkar og onnur veingjað djór brúkt í myndliga heiminum. Hesi “flúgva” inni í yrkingunum og knýta tær saman til eina heild.

Tóroddur var herfyri í donskum útvarpi, og helt hann fyri, at nú var uppá tíðina, hann vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hann var troyttur av at vera tilnevndur.
Við hesum yrkingasavninum hevur Tóroddur stóran møguleika at vinna.

Eg fari at enda hetta lítla ummælið við yrkginini, ið bókin hevur heitið eftir:

bræddur
firvaldur
hevndi seg
inn á myndina

eyguni
bjargaðu
tárunum

OMR

Posted in: ummæli